Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsseyðasýning: Virðislønir handaðar í morgin

Jóhann Lützen

Í morgin, fríggjadagin hin 17. november 2023 verður úrslitið av árligu landsseyðasýningini kunngjørt.

 

Alment tiltak verður sum vant á Búnaðarstovuni kl. 19.00.

Umframt vanligu skránna, fer Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi at greiða frá eini roynd, sum er gjørd við seyðinum á Búnaðarstovuni, har Seyðagrón frá Havsbrún er nýtt, sum ískoytisfóður til ærnar, sum hava verið føddar inni um veturin.

Sigert Patursson, formaður í bóndafelagnum fer at handa virðislønirnar.

 

Skráin fyri kvøldið verður hendan:

  • Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
  • Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi greiðir frá royndum við fiskamjølið (Seyðagrón) frá Havsbrún, sum ískoytisfóður.
  • Kaffisteðgur.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av teimum 8 brundseyðunum í hvørjum flokki, sum hava fingið flest stig.
  • Úrslitið av Landsseyðasýningini 2023 verður kunngjørt, og Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya handar virðislønirnar.