Hóast sjúklingur hevur fingið at vita frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi at alt er klárt so at hann kann fara í skannaran í Klaksvík eru boðini úr Landssjúkrahúsinum, at fyribils er ongin skanning í urologiini í Klaksvík, men at sjúklingurin skal heldur til Danmarkar at skannast.
Ein sjúklingur vendi sær til Norðlýsið í dag, sum var týðuliga frustreraður yvir at noyðast allan vegin til Danmarkar at skannast, tá hann hevði fingið boðini frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at alt var klárt til at hann kundi skannast har.
Boð komu frá Landssjúkrahúsinum at sjúklingurin skuldi til Danmarkar at fremja skanningina.
Sum skilst kostar hendan avgerð fleiri 10 tals túsund krónur av skattjgaldarans pengum, tí fyrst skal sjúklingurin av landinum, umframt at fylgjari skal við v.m.



