Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Landsstevna sløkkiliðsmanna í Klaksvík

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Sløkkiliðini kring landið hittast einaferð um árið til landsstevnu

Tað var Ernst Vágsgarð, varaleiðari á Sløkkiliðnum í Klaksvík, sum stóð fyri landsstevnuni, nú Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari er burturstaddur. Í ár er hon løgd á Norðoyastevnu í Klaksvík, har umboð fyri flest øll sløkkilið hittast – enntá úr Suðuroy.

Borgarstjórin, Karl. H. Johansen byrjaði við røðu, har hann takkaði sløkkiliðsfólkunum fyri teirra virðismikla arbeiði.

Til hesar stevnurnar eru oftast onkrir umboðsmenn við úr Danmark, sum selja ymisk sløkkiliðsamboð, búnar, ljós, slangur, ventilar, og fráboðanarskipanir – Í dag vóru umboð frá kendu fyritøkuni, GKV við.

10.00 var morgunmatur á skrá

11.00 Framløga “Andaleiðin í vanda”, sum Janus Joensen skøkkiliðsmaður og kavari greiðir frá – eisini um trýstkamarið, sum hann umsitur.

12.00 Framsýnarar

13.00 Framløga “Óhapp – eldur í elbilum”, sum Heini Østerø greiðir frá. Tað er kent, at tað er rættiliga torført at sløkkja ein el-bil, og skulu sløkkiliðini hava serligar útbúgvinar/skeið í hesi sløkking.

14.00 Framsýnarar

Framløgurnar eru í býráðshøllini og seinni í dag verður boðið til ein betri bita úr grillini á Sløkkiliðsstøðini.

Tað er umráðandi, at sløkkiliðini hittast og samskifta um støður, ið stingast upp og serliga at vita hvørji amboð, tey ymsu sløkkiliðini liggja inni við. Tað er er gott og tídningarmikið samstarv millum sløkkiliðini, sum so eisini sæst aftur í dag á Sløkkiliðsstøðini í Klaksvík.