Samanumtikið kunnu vit staðfesta í svari løgmans: Landsstýrið ger onki, hevur onga meining um málið og letur avgerðirnar um okkara støðu upp í hendurnar á donsku stjórnini, sum í løtuni boykoyttar ein triðing av okkara útflutningi, sigur Høgni Hoydal í viðmerking til svar frá Løgmanni har sagt verður at handilstiltøkini sum ES ætlar at seta í verk móti Russlandi í samband við innrásina á Krim hálvoynni.

1. Landsstýrið og løgmaður leggja seg undir heimastýrisins skjúrtufald, har vit onga ábyrgd og ávirkan hava – og har vit lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum.
2. Svarið staðfestir, at landsstýrið hevur onki samskifti havt við donaku stjórnina um eitt so týdningarmikið uttanríkismál fyri Føroyar. Harvið er enn einaferð prógvað, at sonevnda uttanríkispolitiska heimildarlógin og sonevnda Fámjins-skjalið var bert bluff, sum setti okkum mong ár aftur í tíðina. (Hetta var eisini orsøkin til, at Tjóðveldi gjørdi alt fyri at forða hesum lógum og løgdu misálit á landsstýrið, tá tær vóru samtyktar í 2005).
3. Svarið staðfestir, at løgmaður og landsstýrið hava ikki skilt, at tiltøk hjá ES- londum og øðrum mótvegis Russlandi, eru ikki eitt handilspolitiskt mál, men uttanríkispolitiskt mál, sum eisini raka og fevna um Føroyar, uttan at vit hava nakra ávirkan. Danmark tekur avgerðirnar og Føroyar eru enn ikki spurdar.
4. Tað er bæði neyðugt og eitt gylt høvi hjá landsstýrinum at gera alt fyri at varpa ljós á handilstiltøkini hjá ES ímóti Føroyum, sum eru í vavi nógv ógvusligari, enn tey tiltøk, ið nú vetða sett í verk ella fyrireikað ímóti Russlandi. Og tá ið nú uttanríkispolitisk og diplomatisk tiltøk verða sett í verk mótvegis teimum londum, ið vit hava verið noydd at útflyta til orsakað av handilsstongslinum hjá ES, so átti landsstýrið at kravt, at handilstiltøkini hjá ES verða sett úr gildi umgangandi.
Samanumtikið kunnu vit staðfesta í svari løgmans: Landsstýrið ger onki, hevur onga meining um málið og letur avgerðirnar um okkara støðu upp í hendurnar á donsku stjórnini, sum í løtuni boykoyttar ein triðing av okkara útflutningi.
Vónandi vakna føroyingar og krevja, at vit taka ábyrgd í heiminum og breiða heimastýrisins skjúrtufald burturav okkum og ganga út í heimsins vindar.