Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrið bíðjar við at steðga sølu av fiskiloyvum

John William Joensen

Stutt eftir at Høgni Hoydal gjørdist landsstýrismaður í Fiskivinnumálum boðaði hann frá á landsstýrisfundi, at hann arbeiddi við ætlanum at steðga sokallaðu ”Preforma-sølunum” av fiskiloyvum. Men enn er einki ítøkiligt lógaruppskot komið á tingborð frá Fiskimálaráðharranum og sølurnar ganga sum vanligt úti í Fiskimálaráðnum

Stutt eftir at Høgni Hoydal gjørdist landsstýrismaður í Fiskivinnumálum boðaði hann frá á landsstýrisfundi, at hann arbeiddi við ætlanum at steðga sokallaðu ”Preforma-sølunum” av fiskiloyvum. Men enn er einki ítøkiligt lógaruppskot komið á tingborð frá Fiskimálaráðharranum og sølurnar ganga sum vanligt úti í Fiskimálaráðnum

Tann 14. mai 2012 savnaði andstøðan undirskriftir saman í løgtinginum við kravið um at løgtingsformaðurin við stytst møguligari freist kallaði tingið saman at viðgera uppskot frá andstøðuni um broyting í fiskivinnulóggávuni, sum skuldi steðga allari sølu av veiðiloyvum:

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið sum løgtingsformaðurin í úrtíð kallaði tingið saman at viðgera, skrivaðu teir tríggir Aksel, Høgni og Poul m.a.:

…tað stendur øllum greitt, at ein stórur og vaksandi handil fer fram við veiðiloyvum ogfiskirættindum í føroyska fiskiskipaflotanum.

Úrslitið er, at brúksloyvi og fiskirættindi, sum upprunaliga eru givin frá landinum til eigarar av fiskiførum, gerast ein privat søluvøra. Tann, ið selur og fer úr vinnuni, fær stóran vinning, meðanseldu fiskiførini sita við stórari og vaksandi skuld og kapitalkostnaði.

Eldri skip, ið hava eitt lítið og minkandi virði sum veiðtól, verða keypt og seld fyri høgar prísir –ogtalan er sostatt um, at fiskirættindini undir Føroy um, ið er fólksins ogn, gerast ein spekulasjónsvøra, ið endar á alt færri hondum

Verður einki gjørt nú, er eingin ivi um, at rættindini til fiskiríkidømið undir Føroyum og á teimum leiðum, ið Føroyar hava samráðst seg til umbýti av rættindum við onnur lond, eru endað á nøkrum heilt fáum og útlendskum hondum. Harvið er sjálvt ræðið á føroyska tilfeinginum farið frá føroyska samfelagnum…..

….Og fyri hvønn dag, ið gongur við hetta lag, verður verri og verri hjá føroyska samfelagnum at koma aftur um aftur og skipa ein nýggjan og veruligan fiskivinnupolitikk til gagns fyri alt tað føroyska samfelagið og vinnuligu menningina í Føroyum.

Tí verður við hesum skotið upp at gera eina bráðfeingis broyting i lógini um vinnuligan fiskiskap.

Hendan skal steðga teimum vanlukkuligu avleiðingununum, og skal geva politisku skipanini eitt skotbrá at gera eina varandi skipan, ið kann lúka endamálini við føroyskum fiskivinnupolitikki

Skotið verður upp at seta beinleiðis í lógina:

– At loyvt er ikki at gera veiðiloyvi til privata søluvøru. Um fiskifar við veiðiloyvi verður selt ella lagt, so fella bæði veiðloyvið og øll fiskirættindi aftur til landið.

– Tó verður møguligt hjá eigara av fiskifari at skifta fiskifar út við annað, ið hevur somu ella minni fiskorku, sum tað, ið verður lagt. Og bert í sama bólki.

– Eisini verður møguligt hjá eigara av tveimum førum at leggja saman til eitt nýtt fiskifar við somu ella minni veiðiorku enn tey, ið verða løgd. Eisini bert í sama bólki.

Við hesum verður eisini ásett, at flytingin av veiðiloyvum millum fiskifør í ymsum bólkum, sum til dømis vant upp á seg í sambandi við makrelfiskiskapin í fjør, verður steðga…..

Uppskotið fall

Tá tað gjørdist greitt at uppskotið ikki fór at verða samtykt tók Høgni Hoydal orðið og harmaðist alsamt um at táverandi samgonga einki gjørdi:

– Uppskotið er so sára einfalt men eg stúri fyri hvat kann henda nú uppskotið ikki verður samtykt. Slíkir handlar undirgrava einhvørja skipan, tí tú mást ikki selja tað tú ikki eigur.

– Øll eru samd um tað at keyp og søla av veiðu rættindum er tað sum undirgravar alla skipanina.

– At man afturvendandi vendir blinda eygað er ófatiligt og gera vit einki nú – verða bara tríggir eigarar av føroyska flotunum um stutta tíð.

Øll tingfólk vita hetta og eg skilji ikki at tað ikki ber til at gera nakað við hetta nú virðir fyri 1,7 mia. eru keypt og seld bara hesi seinastu árini, segði hann m.a.

Enn einki lógaruppskot lagt fyri tingið

Í 2012 var sølan av veiðuloyvum lív og deyð hjá andstøðuni at fáa steðga, men hóast tey sum undirskrivaðu lógaruppskotið í dag stjórna landinum er enn einkið lógaruppskot komið úr Fiskimálaráðnum. Tvørtur ímóti skifta fiskiloyvi eigara, verða keypt og seld sum vanligt.

Tó hevur Høgni Hoydal kunnað landsstýrið um at hann arbeiðir við at steðga søluni av veiðuloyvum, men enn er einki uppskot komið niðan í tingið. Tað ljóðar at samgongan er ikki samd innanhýsis um spurningin.

Vit hava roynt at fingið viðmerking frá landsstýrismanninum um henda spurning men tað hevur ikki eydnast okkum enn.