Formaðuriní Føroya Skipara-& Navigatørfelag (FSN ) Annfinnur Garðalíð, fegnast umavgerðina hjá Landsstyrismanninum í fiskivinnumálum viðv. avgerðini um avtøkuav tilfeingisgjøldum á fiskivinnuna.
Hetta kann ikki tulkast annaðleiðis,enn at landsstýrið biður manningarfeløgini um inniliga umbering fyri at havagjørt seg inn á sáttmála økið hjá manningarfeløgunum, tá ið landsstýrið álegðitilfeingisgjøld á manningarnar í 2010 -11.
Ídag hoyra vit nógv tos frá arbeiðsgevarans síðu, at landsstýrið leggur seg út ísáttmálarnar, við at tilfeingisgjøld ikki skulu ganga av frá manningunum. Taðsum landsstýrið ger nú, er í royndu verð, at nullstilla inntrivið, sum bleivgjørt á sáttmálarnar í fyri fáum árum síðani, og hetta er bara at fegnast um,og takk fyri tað.
AnnfinnurGarðalíð, formaður í FSN sigur í skrivi: “Tað at áleggja tilfeingisgjøld ámanningarnar, er eitt beinleiðis álop/stuldur á inntøkurnar hjá manningunum,ein beinleiðis lógarkravdur lønarniðurskurður og ella skattahækkan”.
MenAnnfinnur garðalíð sigur, hann fegnast um umberingina, sum landsstýrið biðurum, og at landið virður samráðingarrættin og sáttmálarnar hjá manningarfeløgunum.




