Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Landsstýrið er samt um Russland

Jóhann Lützen

Men løgmaður kann ikki siga, um samgongan annars, t.v.s. løgtingslimirnir í samgonguni, er samd við Landsstýrinum. Hann leggur tó dent á, at Javnaðarflokkurin er ikki ímóti Barentshavsflotanum, Norðoyggjum ella Eysturoy, hóast flokkurin ikki er álvuligur við at fara undir samráðingar við Russland.

 

– “Fyrst fara vit á fund við andstøðuna og harnæst hava vit ein kunnandi fund við vinnulívið, sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen”, við Norðlýsið, um framtíðarvánirnar hjá fiskiveiðisáttmálanum við Russland. Hetta verður gjørt í nærmastu framtíð. Síðani fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í Uttanlandsnevndina til ráðførslu, og tann ráðførslan er í trúnaði. Tað er orsøkin til, at løgmaður ikki fær úttalað seg enn um, júst hvat Landsstýrið er samt um. Men Landsstýrið er sostatt komin ásamt um sítt útspæl.

Vinnulívið, ið verður boðið við á kunnandi fundin, er tann parturin av fiskivinnuni, ið hevur virksemi í Barentshavinum, og sum tí verður rakt so ella so av tí, sum politiska skipanin kemur fram til.

– “Ongin [í Javnaðarflokkinum, blaðm.] hevur nakað ímóti Barentshavsflotanum, vinnuni, ávísum økjum í landinum, ella ávísum aktørum í vinnuni”, sigur Aksel V. Johannesen, tá hann úttalar seg sum javnaðarmaður heldur enn sum løgmaður. Spurdur um ítøkiligu støðuna hjá Javnaðarflokkinum til spurningin hevur Aksel eitt langt svar:

– “Føroyar selja pelagiskan fisk til Russlands, og harvið koma vit ikki undir revsitiltøkini, tí talan er um matvørur”, sigur løgmaður, og leggur afturat, at “Týskland keypir gass, og í Suðureuropa keypa tey fisk úr Russlandi, men hetta eru handlar millum privatar fyritøkur.” Løgmaður heldur tað vera øðrvísi, tá tað er á stjórnarstigi millum tvey lond sum Føroyar og Russland, har leiðarin av aðrari stjórnini er skuldsettur fyri krígsbrotsverk, og kemur so til niðurstøðuna:

– “Tað halda vit í Javnaðarflokkinum ikki vera í lagi, sum støðan er.”  

Norðlýsið bar annars tíðindini tann 20. september, at tað ikki var semja í samgonguni, og at Javnaðarflokkurin ikki var fyri at samráðast um at endurnýggja sáttmálan, meðan Tjóðveldi og Framsókn vóru. Vit spurdu løgmann, um tað hevur ávirkað stevið í samgonguni, men hann sigur seg bara úttala seg vegna Javnaðarflokkin (sbr. omanfyri), og at hinir báðir samgonguflokkarnir mugu svara fyri seg.