Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrið forsømir sínar uttanríkispolitisku skyldur

John William Joensen

Hvørki løgmaður ella landsstýrismaðurin í uttanríkismálum møttu á fundum í Lichtenstein og Schweiz í farnu viku um møguligan føroyskan EFTA-limaskap.

Danski uttanríkisráðharrin tók sær einsamallur av at umboða Føroyar. Løgmaður skal standa til svars í Løgtinginum fyrrapartin í morgin 12. mars kl. 09.30

Uttanríkispolitiska kósin hjá CHE-landsstýrinum er ábyrgdarleys og átaluverd.

Tað er niðurstøðan hjá undirritaða, eftir at bæði Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanrikismálum, í farnu viku valdu at halda seg burtur frá týðandi fundum í Lichtenstein og Schweiz um møguligan føroyskan EFTA-limaskap.

Í staðin tók danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, sær einsamallur av at umboða Føroyar á fundunum í Varduz í Lichtenstein 3. og 4. mars og Bern í Shcweiz 5. mars.

Sostatt stóðu føroysku sessirnir í Verduz og Bern tómir, tá fundirnir vóru.

Avboð í seinastu løtu
Upprunaliga avtalaðu løgmaður og danski uttanríkisráðharrin longu í oktober 2006, at bæði umboð fyri Føroyar og Danmark skuldu vera við á fundunum í farnu viku, ið snúðu seg um, um og hvussu Føroyar kunnu fáa limaskap í EFTA.

Kortini komu avboð úr Føroyum í seinastu løtu.

Greitt er, at Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, framdi eitt formligt framstig á fundunum í Lichtenstein og Schweiz. EFTA-limalandið Schweiz, ið frammanundan hevur verið lítið sinnað at tosa um EFTA-limaskap til Føroya, er nú sinnað at umhugsa, hvørt ein arbeiðsbólkur skal setast at greiða løgfrøðiligu spurningarnar í sambandi við møguligan føroyskan EFTA-limaskap.

Tilvildarligur og líkasælur uttanríkispolitikkur
Atburðurin hjá Landsstýrinum er átaluverdur og ábyrgdarleysur og kann bert fatast sum misrøkt av føroyskum uttanríkispolitiskum áhugamálum. Sjálvandi skuldi løgmaður ella landsstyrismadurin i uttanríkismalum verið við á fundunum og talað sak Føroya.

Hesin atburður er eisini enn eitt tekin um, at uttanríkispolitiska kósin hjá CHE-landsstýrinum er pínliga tilvildarlig og merkt av einari skríggjandi líkasælu.

Fyrstu ábendingina um hetta sama fingu allir føroyingar, tá uttanríkisráðharrin hjá heimastýrinum í februar líkasælur valdi at yppa øksl, tá ein ES-nevndarlimur kom við ábendingum um, at Europasamveldið er sinnað at finna eina smidliga loysn fyri føroyskum limaskapi í ES.

Stilla løgmann til svars

Sambandsflokkurin fer á løgtingsfundinum í morgun kl. 09.30 at stilla løgmann til svars, tá ófráboðaðir fyrispurningar eru á skránni.

Av tí at undirritaði er staddur í Fólkatinginum í arbeiðsørindum, fer løgtingsmaðurin Johan Dahl at krevja løgmann eftir einari frágreiðing um, hví Landsstýrið velur at halda seg burtur frá týðandi fundum í Lichtenstein og Schweiz um møguligan føroyskan EFTA-limaskap.

Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður