Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrið gevur manningunum á nótaskipunum lønarhækking

Norðlýsið

Landsstýrið ætlar at frítaka manningarnar á nótaskipunum fyri tilfeingisgjald og merkir tað at hesi tí kunnu vænta sær eina týðandi lønarhækking. Hetta hendir samstundis sum Landsstýrið hækkar tilfeingisgjøldini ógvusliga. Ætlanin hjá landsstýrinum er at frítaka manningar fyri tilfeingisgjald.

Landsstýrið ætlar at frítaka manningarnar á nótaskipunum fyri tilfeingisgjald og merkir tað at hesi tí kunnu vænta sær eina týðandi lønarhækking.

Samstundis sum Landsstýrið hækkar tilfeingisgjøldini ógvusliga ætlar landsstýrið at frítaka manningar fyri tilfeingisgjald.

Sum Norðlýsið skilir stendur í uppskotinum at tilfeingisgjaldið skal ikki takast av óbýttum men skal rindast av reiðaríinum.

Reiðarar og manningar hava júst undirskrivað nýggjan sáttmála og hann er bygdur á søguliga prinsippi at manning og reiðarríð eru felags um at bera kostnaðin av at fara út at veiða.

Sáttmálarnir regulera síðani hvat er felagsútreiðslur og tilfeingisgjald hevur higartil verið ein útreiðsla sum manning og reiðarar hava havt í felag.

Nú ætlar landsstýrið at lóggeva soleiðis at manningar sleppa undan at gjalda tilfeingisgjald og at reiðarin ístaðin ber allar útreiðslurnar.

Frá reiðarafelagnum verður sagt at teir eru illa við av at landsstýrið ætlar at grípa inn í sáttmálaviðurskiftið og teir viðgera í løtuni støðuna.

Vit hava ikki fingið viðmerking frá Fiskimannafelagnum – formaðurin situr á fundi.

Men sum skilst verður ein møgulig avleiðing av hesum at Reiðarafelagið ferð at siga upp sáttmálan og krevja at lønin hjá manningunum verður endurskoða og lønar hækkingin tikin við í ein komandi sáttmála.