Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrið góðtekur at Tórshavnar Býráð brúkar 100 mió. til vinnuátak

John William Joensen

Tá Gøtu- og Leirvíkar Kommuna í 2007 arbeiddu við at byggja nýggj býráðshús har størsti parturin av húsunum skuldi leigast út, gjørdi Kommunala eftirlitið greitt at ….. ein kommuna kann ikki byggja ein ov stóran bygning, við tí eina endamálið at fáa ein yvirkapasitet, sum kann leigast út. Men tá Heðin Mortensen avgjørdi at brúka 100 mió. kr. at byggja eitt nýtt og sera framkomið glashús har megin parturin 2.800 fermetrar eru avsettir til skrivstovur ætlað at leiga vinnufyritøkum, velur Landsstýrið at seta blinda eyga fyri kikaran.

Landsstýrið hevur nú eisini góðkent frágreiðingina frá Tórshavnar Kommunum um at íløga í Sjóvinnuhúsið varð gjørd fyri at tryggja Kommununa móti tapi. Tórshavnar Kommuna keypti bygningin fyri 1,5 mió. kr. og hevði býráðið sostatt mist 1,5 mió. kr. um bygningurin datt niður av varøkt. Í dag standa bygningarnir Tórshavnar Kommunu í góðum 100 mió. kr. tá arbeiði vantandi verður liðugt seinri í ár.

Ikki ein einasti býráðslimur hevur latið við seg koma í samband við at fjølmiðlar hava viðgjørt stóru íløguna. Tað einasta sum býráðslimir hava skift orð um er hvørt íløga eisini skuldi gerast í eina hav-hita skipan.

Tórshavnar Kommuna hevur heldur ongantíð krógva tann veruleika at talan er um eitt stórt vinnuligt átak, ikki einans høvuðsstaðin – men fyri alt vinnulív í Føroyum – LES MEIRA HER

Landsstýrið góðtekur frágreiðing frá býráðsleiðsluni

Hóast eingin býráðslimur í Havn heldur tað verða løgið at býráðið brúkar 100 mió. til lat tryggja kommununi ímóti at missa 1,5 mió. kr. so var nýggi andstøðuleiðarin, Jógvan Arge, frami við lesarabrævið har hann gjørdi greitt at tað hevði sera stóran týdning fyri borgararnar í Kommununi at ein andstøða var í býráðnum, tí tað var júst henda “andstøða” sum tryggjaði borgarunum at Sjóvinnuhúsið nú eisini fær hav-hita.

Einasta kunning sum borgarar í Tórshavnar Kommunu hava fingið um verkætlanina “Sjóvinnuhúsið” er tað sum er komið frá býráðsleiðsluni.

Norðlýsið spurdi landstýrískvinnuna í Almannamálum um hon helt tað verða nøktandi at kommunala eftirlitið, sum hon hevur ábyrgd av, hevur blástempla verkætlanina hjá Tórshavnar Kommuna uttan at eftirlitið hevur gjørt nakra roynd at kanna málið. Svarið frá landsstýriskvinnuni er soljóðandi:

“Eg havi ikki meira at leggja afturat teirri niðurstøðu, sum kommunala eftirlitið hevur gjørt!”

Annika Olsen hevur harvið vegna landsstýrið góðkent at Tórshavnar Býráð hevur gjørt íløgur í eitt vinnuátak “Sjóvinnuhúsið” fyri 100 mió. kr. .

Tað einasta sum Almannaráðið hevur gjørt er at senda eitt bræv til býráðsleiðsluna í Tórshavn – sum  svaraði 5 vikur seinri. Eftir øllum at døma vil Landsstýrið ikki vita ella gera meira við málið.

Harleywoodpaint