Í morgun kl. 10 ferð Løgtingið undir sína fyrstu viðgerð av løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2015. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015, sum verður lagt fyri Løgtingið í dag, raðfestir landsstýrið serliga játtanirnar til heilsu-, útbúgvingar-, almannamál og samferðslu. Samstundis rekur landsstýrið ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og heldur fram við arbeiðinum at minka hallið stigvíst hjá landinum, varð sagt á tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum tá fíggjarlógaruppskotið varð sent løgtinginum.

Sambært landsstýrinum gongur sera væl hjá føroyska búskapinum. Lønargjaldingar vaksa 4-5% p.a., 1% fleiri løntakarar p.a., arbeiðsloysið er lágt, Nettofráflytingin steðgað, Fólkatalið økist, útflutningurin setur met, búskapurin veksur (meting 4,3% í 2015).
Landsstýrið og í hesum føri serliga Løgmansflokkurin hevur staðið fyri skotum har m.a. fyrrverandi floksformaðurin, Lisbeth L. Petersen, meldaði seg úr flokkinum. Og hetta hevur eftir øllum at døma fingið Løgmann og landsstýrið at lurta tí á tíðindafundinum í fíggjarmálaráðnum kunngjørdi fíggjarmálaráðharrin at landsstýrið og samgongan høvdu hesar raðfestingar í fíggjarlógini fyri 2015:
Endurvenjing, Fyribyrging og viðgerð av krabbameinssjúkum, Serviðgerð uttanlands, Stakir uppihaldarar (barnaískoyti), Sernám og hægri útbúgving, Barsilsskipanin styrkt og Strandfaraskip landsins.
Viðgerin í løgtinginum byrjar nú kl. 10