Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrið tikið 15 ára lán á norska marknaðinum

Landsbanki Føroya

Landsstýrið hevur tikið NOK 550 mió. í lán á norska marknaðinum. Lánstíðin á láninum er 15 ár, og er rentan, sum landskassin skal rinda 1,81% um árið

Landsstýrið hevur tikið NOK 550 mió. í lán á norska marknaðinum. Lánstíðin á láninum er 15 ár, og er rentan, sum landskassin skal rinda 1,81% um árið

Lánið fer til at umfíggja part av lánsbærvaláni hjá landskassanum, sum fellur til gjaldingar 27. juni í ár. Lánið, sum verður umfíggjað, er eitt fýra ára langt lán á DKK 1 mia. Rentan á hesum lánið er 1,75%

Soleiðis er tað eydnast Landsbankanum, vegna landsstýrið, at taka eitt 15 ára lán til nærum somu rentu, sum rentan á tí fýra ára langa láninum, sum skal umfíggjast.

Ratingfyritøkan Moody’s hevur í fleiri av sínum frágreiðingum víst á, at tað hevði verið ein fyrimunur, vórðu Føroyar minni tengdar at stutttíðarfígging. Longri fígging minkar um umfíggingarváðan, tí minni partur av skuldini skal umfíggjast hvørt árið.

Lánið er tikið í norskum krónum, men høvuðsstólur og renta er umlagt til danskar krónur við einum swappi, fyri at sleppa undan kursváðanum.

Vanliga hava lán verið umfíggjað, við at landskassin hevur givið út 4 til 5-ára lánsbrøv og selt hesi á føroyska og danska marknaðinum, men hesa ferð er ein partur, um DKK 450 mió., fíggjaður við ónoteraðum lánsbrøvum í norskum krónum á norska marknaðinum.

Lánið, sum verður umfíggjað og fellur til gjaldingar 27. juni er tilsamans DKK 1 mia. til støddar. Nú verður fyrireikað at selja lánsbrøv á føroyska og danska marknaðinum til at endurfíggja restina av láninum. Tann upphæddin er 550 mió. kr.