Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Landsstýriskvinnan ætlar fólki tryggari umstøður undir sjúku

Oliver Joensen

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur leggur fram uppskot á ting um lagaligari dagpeningaskipan til langtíðarsjúk og til íverksetar og stjórar í smærri fyritøkum.

Í 2017 skrivaði Norðlýsið um ein stjóra á einum útróðrarbáti, sum kom sera illa fyri av einum skaða hann fekk á útróðri. Teir vóru tríggir, sum áttu bátin, ið maðurin var við hendan túrin. Teir høvdu sjálvandi stovnað sær eitt partafelag. Hetta kravdi at ein teirra bar heitið “stjóri”. Tað var maðurin, sum vit skrivaðu um. Hann mátti leggjast uppi í longri tíð, orsakað av skaðanum hann fekk í hondina.

Hetta kom honum illa við, tí orsakað av at hann bar heitið “stjóri”, kundi hann ikki fáa dagpening og tá hann ikki hevði nakra eyka inntøku av heitinum, gjørdist hetta honum ein drúgv tíð við ongari peningarligari inntøku.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur nú lagt uppskot fram til hoyringar, har eitt nú hendan støðan skal broytast, soleiðis at hesi fólkini ikki skulu detta niður ímillum í eini sjúkrastøðu.

Betri umstøður til langtíðarsjúk

Eisini leggur Elsebeth Gulleygsdóttur landsstýriskvinna í almannamálum annað uppskot fram, sum skal tryggja langtíðarsjúkum betri umstøður.

Dømi eru um, at borgarar, ið gjørdust langtíðarsjúkir, aftaná 9 mánaðir duttu úr skipanini um dagpening og tí komu í peningaligt óføri.

Landsstýriskvinnan hevur sent uppskot til hoyringar, har dagpeningur skal kunna veitast í 52 vikur, ella eitt ár og í serstøkum førum longri enn tað.

Eftir uppskotinum eru eisini betringar gjørdar fyri tey eldru við útsettari pensión. Landsstýriskvinnan heldur at tað er umráðandi at tey verða eggja til at arbeiða og tí er neyðugt at skapa karmar

Gongst sum ætlað, so koma broytingarnar í gildi 1. januar í 2022.