Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Landsstýriskvinnan vitjaði Norðlýsið

Jóhann Lützen

Gamla løgreglustøðin í Klaksvík verður gjørd til bústaðir fyri fólk við serligum tørvi, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttur landsstýriskvinna í Almannamálum

Mánadagin kom Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur á gátt hjá Norðlýsinum. Hon vildi heilsa uppá okkum á Norðlýsinum og ynskja eitt gott nýggjár. Vit fingu eitt gott prát yvir ein kaffi-munn og tosað um leyst og fast. 

Men tað tók ikki longi so tosaði landsstýriskvinnan við eldhuga um hennara politiska arbeiði. 

Tríggjar spennandi verkætlanir fara í gongd nú heilt skjótt. Gamla løgreglustøðin í Klaksvík verður gjørd til bústaðir fyri fólk við serligum tørvi, vit seta pengar av til Dugna í Suðuroy og trý heim verða gjørd í Tórshavn, upplýsir landsstýriskvinnan. 

Harumframt er bústaðarpakkin í løgtinginum, ið gevur Bústaðir 450 mió. krónur at byggja fyri. Harav skulu 200 mió. krónur brúkast til serligar verkætlanir – tildømis lestraríbúðir og búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttur. 

Landsstýriskvinnan er ein upptikin kvinna og fundarboð í Tórshavn gjørdu, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ikki fekk vitjað okkum so longi hesaferð.