Í sambandi við, at landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at endurskoða og fremja nýskipanir á á sambýlunum á trivnaðarøkinum, serliga tí, at galdandi reglur eru mettar at vera ótíðarhóskandi, hevur hon í gjár og fyrr í mánaðinum vitjað sambýlir í Suðurstreymi. Talan er um átta ymisk sambýlir.
Í sambandi við, at landsstýriskvinnan hevurætlanir um at endurskoða og fremja nýskipanir á á sambýlunum á trivnaðarøkinum,serliga tí, at galdandi reglur eru mettar at vera ótíðarhóskandi, hevur hon ígjár og fyrr í mánaðinum vitjað sambýlir í Suðurstreymi. Talan er um átta ymisksambýlir.
Endamálið við vitjanunum hevur verið at kunnaseg um umstøðurnar á sambýlunum, bæði um fysisku karmarnir, eins og umstøðurnarhjá búfólki og starvsfólki, við atliti at eftirliti og námsfrøðiligumenningini.
Í dag verður heilsufakliga eftirlitið framt avlandslæknanum, meðan námsfakliga eftirlitið verður framt í samstarvi við Tilsynsenhed Midt í Danmark.
Tað eru fólk, sum hava tørv á persónligumstuðli fyri at megna gerandisdagin, sum búgva á sambýlunum, og eru sambýliniskipaði eftir hvørja tænastu búfólkini hava tørv á.
Annika Olsen, landsstýriskvinna er sera vælnøgd við vitjanirnar. “Tað varlívsjáttandi og hugaligt at hitta og fáa eitt prát við búfólkini, og síggjahvussu væl tey trívast í sínum heimliga umhvørvi.”
“Hóastkarmarnir allastaðni ikki eru nøktandi, er tað umráðandi og gott, núendurskoðanin skal fremjast, hjá mær sum landsstýriskvinnu at vita, atstarvsfólkini eru dugnalig og umsorganarfull, og at tey ganga høgt uppí síttstarv. Starvsfólkini eiga sín stóra lut í, at sambýlini eru heimlig og hugnalighjá búfólkunum at búgva í,” sigur landsstýriskvinnan í stuttari viðmerking.




