Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaður dikterar starvsfólkaviðurskifti

John William Joensen

og tá fíggjarmálaráði ikki vildi ganga umsóknunum hjá skiparunum á Smyrli á møti avgjørdi Jacob Vestergaard at taka málið upp á fund við Magna Laksáfoss

Tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gav starvsfólki hjá tí almenna boð um at tey kundu søkja um at halda fram hóast tey skuldu pensjónerast vegna aldur – søktu skipararnir á Smyrli um at sleppa í hálvtíðarstarv eftir at teir fullu fyri aldursmarkinum.

Stjórin á SSL spurdi seg fyri í Fíggjarmálaráðnum fleiri ferðir men fekk avslag hvørja ferð.

Strandferðslan hevur fyri langari tíð síðan søkt eftir nýggjum skiparum og fingið 15 skikkaðar umsøkjarar, og tí vildi Fíggjarmálaráði ikki geva undantaksloyvi til skipararnar.

Men hetta vildi Jacob Vestergaard ikki góðtaka og gav stjóranum á strandferðsluni boð um at seta skipararnar á Smyrli í hálvtíðarstarv og nýsettu skipararnar úr starvið.

Tað sum kanska sær enn løgnari út er at landsstýrismaðurin boðar frá at hann fer at spyrja Magna Laksáfoss, fíggjarmálráðharra persónliga um at geva undantaksloyvi til skipararnar á Smyrli.

Vit endurgeva burtur úr samskiftinum niðanfyri – men hava umskrivað nøvn og annað.

Tann 19. oktober 2007 kl. 10:03 sendir Regin Vágadal fyrispurning til Fíggjarmálaráð
Í sambandi við fráfaringaraldurin er settur upp til 70 ár, so hava báðir skipararnir søkt um loyvi at halda áfram.
Viðmerkjast skal: Verandi skiparar eru sagdir úr starvið til 1. januar 2008. Teir fingu uppsøgnina fleiri m´naðar áðrenn rundskrivið kom út.
Strandferðslan hevur sløgt eftir tveimum skiparum. Freistin at søkja var úti væl áðrenn rundskrivið kom út og talan er um 15 væl skikkaðar umsøkjarar.
Í sambandi við rundskrivið, so ivist eg í um tað er í lagið at teir kunnu halda fram.
skrivar Regin Vágadal m.a….

Tann 19. oktober 2007 kl. 10:15 svarar Snorri Fjallsbak frá Fíggjarmálaráðnum
Okkara grundsjónarmið er, at hevur arbeiðsgevarin ikki handlað uppá uppsagnirnar, eigur hann at kunna taka uppsagnirnar aftur. Tit hava lýst størvini leys, tit hava fingið fleiri umsóknir og freistin er farin
Tí kunnu tit ikki taka uppsagnirnar aftur.

Tann 8. november 2007 kl. 11:21 skriva Landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard teldupost til fíggjarmálaráði
Víst verður til munnliga samskiftið viðvíkjandi skiparunum á Smyrli.
Á fundi við stjóran á SSL í morgun boðaði hesin frá at hann ikki ætlaði at ganga umsóknini frá skiparunum á møti.
Hetta er ikki í tráð við tað sum politiski myndugleikin hevur boða frá at almenn starvsfólk skulu kunna arbeiða aftaná at tey eru 67 ár.
Stjórin í SSL, Regin Vágadal, boðaði esiini frá at hann enn ikki hevði sett nakran í starv sum skipara umborð á Smyli og at hann framvegis samskiftið við gomlu skipararnar.
Stjóri í SSL, skal tí beinan vegin hava boð um at fylgja yvirornaða politiska viljanum, vísandi til boðini frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og ganga umsóknini frá gomlu skiparunum á møti um at sleppa at arbeiða niðursetta tíð, skrivar landsstýrismaðurin m.a.

(Stjórin á SSL er nú undir trýsti frá landsstýrismanninum í innlendismálum eftir baði munnligt og skrivligt samskifti)

Tann 8. november kl. 23:12 skrivar stjórin á SSL til aðalskrivaran í Fíggjarmálaráðnum og til aðalskrivaran í Innlendismálaráðnum
Eg skal boða frá at málið er tikið uppafturog at undirritaði hevur fyri løtu síðan sent eina formella umsókn til fíggjarmálaráði at uppsøgnin av skiparunum á Smyrli verður tikin aftur.
Stjóri á SSL undirstrikar at tað ikki er strandferðslan sum skal ganga umsóknini á møti men fíggjarmálaráði.
Stjórin søkir enn einaferð Fíggjarmálaráði um at uppsøgnin av skiparunum á Smyrli vegna aldur verða tiknar aftur.

Tann 9. november 2007 kl. 12:50 kemur svar frá fíggjarmálaráðnum
Sum vit skrivaðu tann 19. oktober er okkara grundsjónarmið at hevur arbeiðsgevarin ikki handlað uppá uppsagnirnar, eigur hann at kunna taka tær aftur.
Tit hava lýst størvini leys – tit hava fingið fleiri umsøknir – freistin er farin. TÍ KUNNU TIT IKKI TAKA UPPSAGNIRNAR AFTUR.
Í DAG 3 VIKUR SEINRI KUNNU TIT ENN MINNI TAKA UPPSAGNIRNAR AFTUR.

Tann 9. november 2007 kl. 13:25 spyr Regin Vágadal enn einaferð fíggjarmálaráði
Skal hetta skiljast soleiðis at umsóknin ikki verður gingin á møti??

Tann 9. november 2007 kl. 13:27 svarar Fíggjarmálaráði enn einaferð
Júst so!!

Tann 10. november 2007 kl. 18:55 gevur stjórin á SSL ilt av sær og skrivar eitt sera hvast bræv beinleiðis til Jacob Vestergaard og kunnar samstundis fíggjarmálaráði og Innlendismálaráði
Í Landskrona segði eg við teg, at SL skuldi hyggja positivt uppá umsóknirnar hjá gomlu skiparunum.
Tann 19. oktober sendi eg fyrispurning til FMR um tað sama – men svarið er NEI.
28. Oktober svarið eg skiparaunum at umskóknin hjá teimum verður ikki gingin á møti.
8. November takið eg málið upp aftur og royni einaferð enn.
9. oktober fái eg sama svar.
Sama kvøld kunni eg skipararnar um støðuna.
……Tað hevur absolut ikki verið nøkur nem uppgáva at fingið stovin aftur á rætta kós síðan hóp uppsagnirnar, og dagarnir hava verið langir og stravnir og tað eru teir framvegis. Tað sum nú hendir er at einkult starvsfólkamál skal taka so nógva tíð og orku av politiskar innblanding – tað hoyrir ongastaðni heima……

Tann 12. november kl. 13:32 skrivar aðalskrivarin í IMR til stjóran á SSL
Eg havi tosað við Jacob. Hann fer nú at venda sær til Magna Laksáfoss við málinum. Hann biður meg boða tær frá ikki at seta hitt starvið fyrr enn hetta málið er viðgjørt av nýggjum í FMR.

Tann 15. november 2007 k. 20:22 koma politisk boð frá Innlendismálaráðnum
Hervið verður tú av landsstýrismanninum álagdur, at afturkallað setanina av skipara á Smyrli, sum tú hevur upp lýst at tú hevur fram í dag 15. november 2007 og ikki at seta starvið fyrr enn kærumálið hjá gomluskiparunum á smyli er endaliga avgreitt. – Boðini eru frá Jacob Vestergaard.

Tann 16. november kl. 01:03 skrivar stjórin á SSL eitt longri bræv til IMR.

Hann vísir til reglugerðir fyri stovnin og sigur at tað er stjórin sum setur og loysir úr starvi.
– Latið ongan iva verða um at eg ynskji at fylgja øllum boðum frá IMR samstunds sum mær eisini er álagt at halda tær reglur vit sum almennur stovnur eru undirgivin, skrivar Regin Vágadal m.a.

Tann 16. november 2007 kl. 10:26 far Regin Vágadal seinastu tænastuboðini
Hervið verður tú av landsstýrismanninum álagdur at siga seinna setta skiparan, sum tú hevur upplýst at tú hevur sett í gjár 15. november, úr starvi beinanvegin, sumstundis verður tær álagt, ikki at seta starvið fyrr enn kærumálið hjá gomlu skiparunum er endaligt avgreitt.

Harleywoodpaint