Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaðurin í Klaksvík

Tíðindaskriv

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið á kunnandi fundi í Klaksvíkar kommunu.

 

 

Tað var borgarstjórin, Karl Johansen, sum hevði bjóðað norður, so landsstýrismaðurin kundi fáa kunning um barna- og ungdómsøkið í kommununi. Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í Trivnaðarnevndini, Børn og ung, saman við embætisfólkum, greiddu frá, hvussu kommunan hevur skipað økið og loysir uppgávurnar.

Tað vóru gevandi og áhugaverdar framløgur, sum góvu innlit í eina kommunu, sum raðfestir børn og ung høgt. Tað er altíð gleðiligt at hoyra og síggja, staðfestir landsstýrismaðurin.