Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismálanevndin drálar

Oliver Joensen

Meginfelag útróðrarmanna kennir seg noytt til at senda landsstýrismálanevndini rykkjara eftir svari upp á klagu um mátan, sum landsstýrismaðurin hevur ásett fiskidagarnar upp á. Meira enn hálvt ár er gingið síðani klaga varð send landstýsirmálanevndini og nevndin hevur ikki ønt felagnum aftur.

Rykkjarin kann lesast niðanfyri:


Meginfelag Útróðrarmann Sundsvegur 48
740 Hvannasund
Tlf. 58 97 77

Landsstýrismálanevnin Løgtingsskrivstovan Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn

Meginfelag Útróðrarmanna fer hervið at koma við eini eftirlýsing.

Hvannasund, 4. juli 2017

13. des. 2016 sendi felagið landsstýrismálanevndini eina klagu viðvíkjandi mátanum, sum fiski- málaráðharrin ásetti fiskidagar fyri árið fiskiárið 2016/17.

Nú vit skriva 4. juli 2017, t.e. slakar sjey mánaðir seinni, er framvegis eingin avgerð tikin í málinum.

Tað tykist løgið, nú Løgtingið fer til hús og bert tríggjar vikur eru til Tingið skal áseta nýggjar fiskidagar fyri 2017/18, at eingin niðurstøða fyriliggur í oman fyri nevndu klagu.

Uppaftur løgnari tykist tað, at tað skal vera skjótari at seta eina nýggja, kollveltandi fiskivinnu- skipan í verk enn at koma við eini niðurstøðu í einari umsitingarligu klagu.

Til seinast hesin spurningur: Kunnu vit vænta svar uppá klaguna, áðrenn uppskotið um fiskidagar fyri 2017/18 liggur á tingborði.

Vinarliga,

Meginfelag úróðrarmanna

Absalon í Buð

formaður