Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrissamgongan misnýtir sítt vald

Oliver Joensen

Hetta sigur ein samd andstøða á tingi í brævi til løgmann. Mál verða skrumblað ígjøgnum og samtykt frá degi til dags.

Til løgmann
Á Løgtingi 11. desember 2008

Landsstýrissamgongan misnýtir sítt vald og setur tingið og fólkaræðisligar mannagongdir til viks

Ein samd andstøða á tingi fer við hesum siðiliga og staðiliga at mótmæla, at landsstýrissamgongan hevur gjørt av at víkja frá øllum tíðarfreistum, og nú leggur eina røð av uppskotum fyri tingið, sum verða skrumblað ígjøgnum og samtykt frá degi til dags – uttan nakra hoyring, viðgerð ella freist.

Talan er ikki um einsæris hending. Tvørturímóti hevur hesin framferðarháttur verið reglan, síðani hendan samgongan tók við: Uppskotið um tilbúgving til fíggjarkervið, varð – hóast tað hevði ligið klárt og kent leingi – lagt niðan á ting við kravi um samtykt sama dag. Og uppskotið um at seta pening í Smyril Line, varð – hóast tað hevði verið kent leingi og viðgjørt í landsstýrinum – lagt niðan á ting við kravi um samtykt dagin eftir.

Hetta hava higartil verið einastu veruligu uppskot, sum eru komin frá landsstýrinum. Nú leggur landsstýrið so knappliga eina røð av sonevndum “spariuppskotum” á ting, sum ikki eru veruligar sparingar á fíggjarlógini, men bert taka upphæddir frá teimum veikastu samfelagsbólkunum: Pensjónistum, ið bert hava fólkapensjón at dúva uppá; fyritíðarpensjónistum; og sjúklingum, ið hava tørv á heilivági. Hesi uppskotini hava ikki verið til hoyringar og samgongan hevur skrivað álitini frammanundan. Og landsstýrisamgongan krevur, at tey verða samtykt frá degi til dags uttan nakra viðgerð.

Ógvusligasta dømi er, at Trivnaðarnevndin verður boðin til fundar at skriva álit í hesum málum, áðrenn tey yvirhøvur hava havt fyrstu viðgerð. Tá fundurin verður hildin, hava samgonguumboðini skrivað álitið frammanundan, og vilja ikki hava nakra nevndarviðgerð ella hoyringar í tí sambandi. Samstundis noktar samgongan at viðgera uppskot frá andstøðuni um eitt nú ókeypis koppseting ímóti lívmóðurhálskrabba.

Hetta er at misnýta sítt vald. Ikki bert ímóti andstøðuni á tingi, men eisini ímóti teimum samfelagsbólkum, ið verða raktir av óviðgjørdu uppskotunum. Og hetta er rætt og slætt at seta Løgtingið og fólkaræðisligar mannagongdir til viks.

Andstøðan á tingi er altíð til reiðar at viðgera sparingar og neyðug átøk. Og vit hava støðugt eftirlýst, at landsstýrið tekur fíggjarligu og búskaparligu støðuna í álvara. Men tað verður á ongan hátt góðtikið, at eitt landsstýri við 9 landsstýrisfólkum ikki hevur onnur avrik, enn at royna at skrumbla nøkur mál niðan, ið bert skava nakrar milliónir av hjá teimum, ið eru ringast fyri – og sum als ikki bøta um úrslitið á fíggjarlógini.

Tí heita vit á tygum um at greiða okkum frá, hvør ætlanin hjá landsstýrinum er við slíkum arbeiðshátti.

Vegna Tjóðveldi Vegna Miðflokkin Vegna Sjálvstýrisflokkin

Høgni Hoydal Jenis av Rana Kári P. Højgaard