sigur landsstýrismaðurin í kommunumálum, Jógvan við Keldu, sum eisini vísir á at landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum, Hans Pauli Strøm er samdur við honum í hesum.
Landsstýrismaðurin í kommunumálum, Jógvan við Keldu, sigur við Norðlýsið, at hann dugir ikki at síggja nakað høpið í samstarvinum, sum Sunda- Viðareiðis og Húsa Kommuna ætla at gera við Sunda Kommunu um barnaverndina.
– Út frá uppbýtinum til kommunuøki í Føroyum haldið eg tað vera óheppið at kommunur fara í gongd við at bíta økini so ó-hensigt messiga, sum her er talan um.
– Andin í Kommunuálitinum legði tíðiliga upp til at samanleggingar ella samstarv millum kommunur varð gjørt soleiðis at økini hanga landafrøðiliga saman.
– Eitt nú at Suðuroyggin var ein ella tvær kommunur, at Eysturoyggin var ein ella tvær kommunur og sjálvandi at Norðoyggjar var ein kommuna.
– Sum eg áður havi sagt, so kann sigast at Noroyggjar, Leirvík og Fuglafjørður, kunnu koma at gerast eitt økið tá fasta sambandið gerst veruleiki.
– Annars kann eg siga at landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm er samdur við mær í, at tað ber ikki til við einum so víttgangandi samstarvi. Talan er her um samstarv millum øki, sum hava onnur kommunuøki ímillum og tað ber ikki til.
– Tí kann landsstýrið ikki taka undir við hesum ætlaða samstarvinum.




