Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landstýrismaðurin má steðga 8. mars tiltakinum

Oliver Joensen

Við at draga eitt politiskt stríðsmál upp í arbeiðið, er Demokratia dumpað við einum braki.

Við hesum tiltakinum útihýsir nevndin einum stórum parti av teimum kvinnum, sum ætlanin var at náa. Landsstýrismaðurin eigur tí at steðga tiltakinum, tí tað tænir ikki tí endamáli, sum peningurin varð ætlaður til.







Viðmerking







Rúna Sivertsen







Eg eri ein av teimum, sum ferð eftir ferð havi víst á, at tað er umráðandi, at eisini kvinnur eru við, har avgerðirnar verða tiknar. Tí havi eg við áhuga fylgt við arbeiðinum hjá nevndini, sum skuldi arbeiða fyri at økja um talið á kvinnum í politikki.







Uppgávan hjá nevndini er greið og ikki til at misskilja. Nevndin skal arbeiða fyri at økja um talið á kvinnum í politikki.







Men nú Demokratia hevur blandað eitt politiskt stríðsmál upp í arbeiðið, sum heldur enn at savna og eggja kvinnum úr øllum politisku flokkunum, styggir nógvar burtur. Úrslitið er, at vit eru fleiri, sum verða noydd at taka frástøðu frá arbeiðinum hjá nevndini.







Eg fari tí at heita á avvarðandi landsstýrismann um at steðga 8. mars tiltakinum, ella í hvussu er tí partinum, sum einki hevur við kvinnuleiklut í politikki at gera.



PS: Við mínum orðavali í viðmerkingunum í hinum bløðunum havi eg tíverri sært onkran. Tí havi eg broytt orðingina í byrjani av hesari greinini. Tað er einki galið við teimum kvinnum, ið eru á listanum at velja ímillum. Tað er politiska stríðsmálið, fleiri av teimum verða heiðraðar fyri, ið eg tali at. Tað hevur einki við arbeiðið hjá Demokratia at gera. Heldur ikki hevur tað nakað við tað at gera, sum vit vanliga hava hátíðarhildið 8. mars fyri.





Harleywoodpaint