Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landstýrissmaðurin ætlar at seta eina ”striku” í sandin

John William Joensen

Landsstýrið skýtur upp at ”Verandi aktørar hava ”leingingarmøguleikar” til ein ásettan part fyri ávíst tilfeingis gjald” og eitt mark – ein strika verður settt í sandin – har gjørt verður greitt hvat eru verandi og ”nýggj” rættindi.

Landstýrið skýtur upp at ”Verandi aktørar hava ”leingingarmøguleikar” til ein ásettan part fyri ávíst tilfeingis gjald” og eitt mark – ein strika verður settt í sandin – har gjørt verður greitt hvat eru verandi og ”nýggj” rættindi.

Sum skilst ganga samráðingarnar um nýggjan fiskivinnupolitikk spakuliga, Einki skrivligt matriali er útflýggja frá Landsstýrinum, og tí er eitt sindur flotandi frá fund til fund júst hvat partarnir eru samdir um, og hetta ørkimlar samráðingarfólkini.

Sum skilst, so er útgangstøðið hjá landsstýrinum ein tvídeild skipan. Ein partur av tilfeinginum verður útbjóða 1 – 7 ár og ein annar partur av tilfeinginum verður sokallaður ”Leingingarpartur”.

”Verandi aktørar hava ”leingingarmøguleikar” til ein ásettan part fyri ávíst tilfeingis gjald” og eitt mark – ein strika verður settt í sandin – har gjørt verður greitt hvat eru verandi og ”nýggj” rættindi.

Antitrust reglur, sum eru ymiskar frá fiskaslag til fiskaslag, loyva einum reiðarrí at eiga í mestalagi 15% av ávísum fiskaslagi.

Ætlanin er at goldið verður tilfeingisgjald av hvørjum kilo tá ið bátarnir avreiða.

Fyri verandi aktørar, sum hava ”leingingarrætt” verður talan um eitt samansett gjald –  útroknað eftir miðal prís av tí, sum verður boðið út á hvørjum árið, miðal Ebidta, altjóða markaðarprísur o.a.

Aðrar treytir enn omanfyri nevndu kunnu setast við ávísar bólkar og verða rættindi ikki nýtt ella endurnýggja, fella tey aftur til landið og boðin út.

Endamáli við uppskotinum hjá landstýrinum er at tað skal bera til hjá verand aktørum at disponera og leggja til rættis, at til ber at hjá feløgum og fólk í Føroyum at koma inn í vinnuna, uttan at leggja stórar upphæddir á borið. Eisini tekur uppskot landsstýrisins hædd fyri at serskipan kann gerast fyri botnfiskaflotan.

Vilja hava Sambandsflokkin við

Uppskotið hjá landstýrinum líkist fyri stóran part grundreglurnum í fiskivinnupolitikkinum hjá Tjóðveldi og nýggja fiskivinnupolitikkin hjá Sambandsflokkinum. Eisini kunnu vit nevna, at Landstýrismaðurin hevur m.a. umgingist at nevna setningin í verandi lóggávu, um at fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks. Hetta mælti nýskipannarnevndin eisini til, tí sambært henni gevur setningurin onga meining.

Við hesum uppskotinum roynir landsstýrismaðurin at fáa Sambandsflokkin at kíka, samstundis sum hann heldur fast við at stórur partur av tilfeinginum verður seldur á uppboðsølu. Men tað verður vantandi trupult at fáa semju, tí landstýrismaðurin tvíheldur um uppboðsøluna. Við einum sera lágum anti trust prosenti ferð tað at raka verandi aktørar meint, eitt nú í Barenthavinum. Í eitt nú lodnufiskiskapinum gevur lága anti-trust prosenti onga meining og er als ikki egnað til føroysk viðurskifti