Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsverkstjórin: Bara eg tosi!

Jóhann Lützen

Gravgangurin eftir at sleppa fram at mikrofonini í dag, gjørdi at landsverkstjórin gjørdi bart – bara hann tosar!

Ætlanin var annars at borgarstjórarnir í Hvannasunds- og Viðareiðis kommunum skuldu røða. Hetta var skráin fyrr í vikuni. 

Norðlýsið hevur siðani fingið uppspurt, at løgtingslimir við mikrofonskriðja løgdu so stórt trýst á stjóran í Landsverk, at sleppa framat, at hann til endans broytti skránna heilt. 

Nú verður tað bara Sigurð L. Lamhauge, landsverksstjóri sum sleppur framat mikrofonini!

Teksturin á landsverk.fo fyri hátíðarløtuni í dag kl. 14.00 ljóðar nú soleiðis :

Í sambandi við hátíðarløtuna, sum verður kl. 14:00 omanfyri Norðtoftir, verður Hvannasundstunnilin stongdur frá kl. 14:00 til 15:00. 

Bilar kunnu parkera á kajøkinum í Norðdepli, haðani bussar koyra fólk til hátíðarhaldið, har Sigurd L. Lamhauge heldur røðu.  Bussarnir byrja at koyra kl. 13:00.