Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsynning-sunnan í dag

Hanus Kjølbro

Landsynningur-sunnan er góð ætt á t.d. Viðareiði. Fjøllini sunnan fyri bygdina geva lívd og lata avfall detta niður aðrasteðs.

Ættin fer at liggja um landsynning-sunnan allan dag. Vindferðin hevur verið 5 til 10 m/s í morgun, men ætlandi veksur ferðin eitt vet eitt sindur eftir middag, upp í 8 til 13 m/s.

Ein hitabrúgv hevur verið ávegis í nátt og í morgun, og tað fyrsta av henni sæst nú (klokkan í skrivandi løtu er 1040)- onkrar veðurstøðir hjá Landsverki siga frá avfalli. Sum dagurin gongur, fara fleiri og fleiri støðir at siga frá avfalli. Hitabrúgvin er ikki farin framvið fyrr enn í morgin ári.

Hitabrúgv er har sum heit luft trýstir á kalda luft. Heit luft sunnan úr havi kemur hendavegin. Hon er eini 2 stig heitari enn luftin, sum hevur verið kring Føroyar í nakrar dagar. Har sum luftnøgdirnar møtast verður skýggjað, tað sirmar ella regnar eisini.

Hvussu ymiskt hendan og aðrar ættir upplivast á einum lítlum øki, sæst m.a. á myndum, sum Jóannis Joensen hevur tikið í morgun.