Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Larmandi politisk líkasæla við Klaksvíkar Sjúkrahús

John William Joensen

Seinastu 12 árini er Landsjúkrahúsið útbygt fyri góðar 700 mió. kr. og sama tíðarskeið eru einans 12 mió. kr brúktar til umvælingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Komandi trý árini (2013-2015) ætlar løgtingið at brúka 100 mió. kr. til útbygging av Landssjúkrahúsinum og einans 11 mió. til átrokandi umvælingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið

Seinastu 12 árinier Landsjúkrahúsið útbygt fyri góðar 700 mió. kr. og sama tíðarskeið  eru einans 12 mió. kr brúktar til umvælingar áKlaksvíkar Sjúkrahúsið. Komandi trý árini (2013-2015) ætlar løgtingið at brúka100 mió. kr. til útbygging av Landssjúkrahúsinum og einans 11 mió. tilátrokandi umvælingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið

Tølini tala fyriseg – politiska líkasælan við Klaksvíkar Sjúkrahús er skelkandi og óskiljandi. Politiskteru flokkarnir samdir um at vit skulu hava trý sjúkrahús og  miðskeiðis í 90 unum var nýtt sjúkrahús bygtí Suðuroy. Fyri fáum árum síðan var Landsjúkrahúsið útbygt fyri góðar 600 mió.kr.

Men enn eru ongarnýíløgur gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og nógv politiskt rumbul var íløgtinginum tá man í samband við játtanar karmarnar gjørdi av at brúka 15 mió.kr. til neyðugar umvælingar í eitt fýra ára tíðarskeið.

Karsten Hansen,landsstýrismaður í Heilsumálum bleiv beinleiðis spurdur í løgtinginum um hvussulangt hann er komin við arbeiðinum at áseta hvørjar funktiónir skulu verða áymisku sjúkrahúsinum. Men hóast tvey ár eru liðin síðan landsstýrið tók við vareinki hent í hesum málinum.

Vit kunnu barastaðfesta at í løtuni er ræðandi politisk líkasæla um Klaksvíkar Sjúkrahús.

  

Landssjúkrahúsið

Ár 2000-201020112012  2013 2014 2015

631,2 mió. kr.           27mió.  25 mió.30 mió.40 mió.30 mió.

Tilsamans 738,2mió.

 

KlaksvíkarSjúkrahús

Ár 2000-201020112012201320142015

5,8 mió. kr.  831 tús.         5 mió.5mió. 5 mió. 1mió.

Tilsamans 22,6mió. kr.

 

SuðuroyarSjúkrahús

Ár 2000-2010 20112012201320142015

1,2 mió. kr. 2,5 mió.1,1 mió.1,1 mió. 0          0

Tilsamans 5,9 mió.  kr.