Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi danskur forsætisráðharri og formaður fyri Vinstra, er komin í satt ódnarveður hesar seinastu tvær vikurnar. Tað er komið fram, at hann hevur brúkt góða millión av donskum skattakrónum til marglæti á politiskum ferðum. Danska kommunvalið nærkast og fleiri bera ótta fyri at hendan søgan kemur at ávirka kommunuvalið.
Danmark, Keypmannahavn: Fimta oktober kemur fram í donskum miðlum, at Lars Løkke Rasmussen hevur brúkt meira enn eina millión upp á 15 ferðir fyri altjóða klima-felagsskapin GGGI – harav reisti hann 13 ferðir í fyrsta klassa, ið er óneyðugt.
Síðani er nógv skrivað í miðlunum, og tú hevur ikki kunnað vent tær, uttan at rent teg á tíðindi um katastrofuna hjá Lars Løkke.
Tað er komið fram, at Lars Løkke hevur nøkur loynilig skjøl. Miðlarnir vilja sjálvsagt hava fatur á hesum, til tess at fáa størri innlit og greiðu á hesum málinum. Men fyrrverandi forsætisráðharrin noktar.
Trettanda oktober harmast Lars Løkke Rasmussen støðuna og sendir eitt “uggandi” bræv til 43.835 limir í Vinstra, men vil ikki útvega nógv umtalaðu skjølini. Søren Pind, fólkatingslimur og kommunalpolitikkari fyri Vinstra verjir Lars Løkke, og sigur at Løkke ikki kann vísa skjølini fram, orsakað av øðrum limalondum í GGGI.
Men longu dagin eftir, fjúrtanda oktober, boðar danska uttanríkisráðið frá, at Løkke gott kann útvega skjølini.
Fimtanda oktober hoknar Løkke eftir alt trýstið frá miðlum, polikkarum og borgarum, og sigur, at hann sunnudagin 20. oktober fer at útvega skjølini.
Løkke kann ávirka danska kommunuvalið
19. november verður kommuval í Danmark. Fyri Vinstra er tað ein sannroynd, at ruðuleikin við Lars Løkke Rasmussen kann fara at spæla uppstillarum hjá Vinstra eitt puss.
Borgarstjórar, valdir inn fyri Vinstra, kring landið eru tó ójavnir á máli um, hetta fer at ávirka kommunuvalið. Nakrir trúgva og vænta at veljarin skynir í millum landspolitikk og kommunalpolitikk, og harvið seta krossin, uttan at hugsa um Lars Løkke.
Samstundis halda aðrir borgarstjórar, serliga í smáu kommununum, at Løkke fer at ávirka og kanska gera, at núverandi borgarstjórasessar koma at hanga í klønum tráð.
Livst so spyrst!




