Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Lars Løkke Rasmussen øgiliga framgongd í kanning

Jóhann Lützen

Flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætismálaráðharra, stormar fram í nýggjari veljarakanning. Økingin er risastór innanfyri bert 2 vikur. Í kanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, fáa Moderatarnir 9,2% av atkvøðunum, um val var í morgin, og hetta svarar til 17 tingfólk.

 

Serliga í ljósinum av, at fyri bert einum mánaði síðani fingu Moderatarnir 1,8% av atkvøðunum í táverandi veljarakanning, er hendan framgongdin øgilig. Sperrumarkið er 2%, so tá høvdu teir onki umboð fingið á Fólkating. Nú standa teir sum nevnt til 17 tingfólk og eru harvið triðstørsti flokkur í Danmark. Einans Socialdemokratiið og Venstre fáa fleiri tingfólk.

Dansk Folkeparti fer í knús

Nógv, nógv verri stendur tað til hjá Dansk Folkeparti. Nú eru tað teir, ið einans standa til at fáa 1,8% av atkvøðunum, og harvið koma teir ikki á ting vegna omanfyrinevnda sperrumarkið upp á 2%. Hóast flokkurin hevur ligið lágt í øðrum veljarakanningum, er hendan hjá Voxmeter tann fyrsta, ið sigur, at teir als ikki koma á ting.

Hagfrøðiliga óvissan fyri Moderatarnar er 1,8 prosentstig, meðan hon fyri Dansk Folkeparti er upp á 0,8%. Kanningin er gjørd 16.-18. oktober og talið av respondentum var 1.008 persónar. Talan var um eina telefonkanning.

Reyði vongurin herjar eisini fram

Í somu kanning stendur reyði vongurin ella blokkurin, sum hann eisini verður nevndur á donskum, til at fáa nógv fleiri tingfólk enn hin blái, nevniliga heili 87 tingfólk. Blái, borgarligi vongurin, stendur einans til at fáa 71 mandat. Men felags er, at hvørgin av vongunum hevur meiriluta einsamallur. Til tess at hava einsamallan meiriluta skal ein vongur nevniliga upp á minst 90 tingfólk.

Leggja vit bláa vongin saman við Moderatunum, so kunnu teir mynstra tilsamans 88 tingfólk, eitt fleiri enn reyði vongurin. Og nú er tað, at tað gerst veruliga spennandi fyri føroyingar.

Føroyingar og grønlendingar í lyklastøðu

Verður tað so, sum hendan kanningin sigur, so fær reyði vongur 87 tingfólk, og blái vongurin saman við Moderatunum fær 88. Peika 3 av teimum 4 norðuratlantisku tingfólkunum á Mette Frederiksen sum forsætisráðharra, so vinnur reyði vongurin valið og stjórnarsessirnar.

Blái vongurin hevur ikki somu treytir. Hóast 2 norðuratlantisk mandat skuldu peikað á Søren Pape Poulsen ella Jacob Ellemann, so hevur Lars Løkke Rasmussen sagt, at hann ynskir eina breiða stjórn tvørtur um miðjuna í donskum politikki, og hann fer tí ikki eftir eini høgrastjórn við einans “bláum” flokkum í sum tað fyrsta.

Av øðrum áhugaverdum viðurskiftum í kanningini kann nevnast, at flokkurin hjá Inger Støjberg hevur stóra afturgongd, og tað sama hevur Konservativi flokkurin. Keldan nevnir óhepnu útsøgnina hjá Søren Pape Poulsen, “Afrika på is”, um Grønland sum eina av orsøkunum.

Kelda:

Ekstrablaðið, Voxmeter & Ritzau