Nógvir spurningar kunnu setast uppstillingini, men venjarin og leikararnir kunnu svara atfinningunum í kvøld í Norður Írlandi.
Sambært úrslitunum hjá Norður Írlandi, so eiga Føroyar at hava møguleika at fáa stig í kvøld.
Norður Írland hevur seinastu tvey árini havt stórar trupulleikar av smærri tjóðum. M.a. fingu teir bara 1 stig móti Luxembourg og 1 stig móti Azerbaijan í samanlagt 4 dystum seinastu HM undankapping. Halda tey hagtølini, so skuldi Føroyar havt møguleika at fingið stig í kvøld. Í venjingardysti móti Malta eydnaðist heldur ikki at vinna, tá tað endaði 0-0.
Lars Olsen hevur sambært fsf.fo sett liðið.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen og Viljormur Davidsen.
Føroyska miðvøllin manna Pól Jóhannus Justinussen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Christian Lamhauge Holst og Jóan Símun Edmundsson. Í álopinum verður Páll Klettskarð.
Nógvir áhugaverdir spurningar kunnu setast við uppstillingina og svarini fáa vit, tá dysturin í kvøld er liðugur. M.a. hava Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson sjáldan fingið tað at koyrt í felag á sentrala miðvøllinum og so er spurningurin, hvussu Føroyar skulu kunnað hótta nakað frameftir við Pól Jóhannus Justinussen og Jóan Símun Edmundsson á kantunum báðum. Í verjuni skal Atli Gregersen prógva, at hann hoyrir heima á landsliðnum.




