Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lars var nøgdur við verjuspælið

Jákup Ósá

(Baku, Aserbadjan) Lars Olsen segði eftir dystin í kvøld, at Aserbadjan hevði ikki nógvar málmøguleikar, men tó vann uppiborið.

Lars segði soleiðis á tíðindafundinum eftir dystin.

– Vit kunnu býta dystin sundur í tveir partar. Fyrra hálvleik og seinna hálvleik. Í fyrra hálvleiki vardu vit brúkiligt, men vit vistu, at Aserbadjan fór at hava bóltin nógv av tíðini. Teir høvdu ein skallara viðsíðuna av málinum, men annars vóru tað okkara mistøk, sum gjørdu, at teir skoraðu tvey mál. Í seinna hálvleiki broyttu vit leikskipan og tá blivu vit betri við. Men samanlagt má eg staðfesta, at Aserbadjan var betra liðið í dag, segði Lars Olsen á tíðindafundinum eftir dystin.

Harleyfacadeacryl