Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lars: Vit hildu ikki høvdið kalt

Jákup Ósá

Lars Olsen helt eftir 0-0 javnleikin móti Andorra, at fyrri hálvleikur var góðkendur, meðan uppleggið til seinna hálvleik ikki helt.

– Eg hugsi tvey ting. Tað er erguligt at vit ikki vinna, men alíkaval eri glaður fyri at vit fáa 1 stig, tá vit missa ein leikara. Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit kanska tapt hendan dystin 1-0. Eg var eitt sindur nervøsur undan seinastu 20 minuttunum, har teir kundu fáa ein ella annan møguleika, men har má eg rósa leikarunum fyri at halda Andorra burtur frá møguleikunum. Men áðrenn reyða kortið burdu vit verið á odda, segði Lars Olsen.

– Fyrri hálvleikur er góðkendur, men í øðrum hálvleiki eru vit ikki við uppá sama máta hóast uppleggið var at halda fram sum móti endanum av fyrra hálvleiki. Í hálvleikinum tosaðu vit nógv um frustrasjónirnar, sum vit fáa av mátanum, ið Andorra spælir uppá. Vit vóru ikki góðir nokk at halda høvdið kalt, tí vit vóru fyrireikaðir uppá hatta og mugu læra av hesum, segði Lars Olsen við Norðlýsið eftir dystin.

Mynd: Fótbóltssamband Føroya/Hans Erik Danielsen