Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lassin: Tað var brotsspark til KÍ!

Jákup Ósá

Dómaraleiðarin hjá FSF staðfestir, at KÍ átti brotsspark í endanum av dystinum millum KÍ og B36.

Dómaraleiðarin hjá FSF staðfestir, at KÍ átti brotsspark í endanum av dystinum millum KÍ og B36.

Vit hava sent fyrispurning til dómaraleiðaran hjá FSF, Lassin Isaksen. Tá vit spyrja, hvat hann útfrá upptøkunum heldur um brotssparkið hjá B36 og ”manglandi” brotssparkið hjá KÍ í 79. minutti, tá støðan var 2-1 til B36 og KÍ legði tungt trýst á B36 málið, so sigur hann soleiðis:

Út frá myndunum at døma so er at brotsspark í báðum støðunum, sigur Lassin Isaksen við Norðlýsið.

Vit spyrja eisini, um ikki aðrir dómarar vóru betri skikkaðir enn Eiler Rasmussen til størsta dystin í 8. umfarinum, men hetta hevur Lassin ikki stórvegis viðmerkingar til.

– Í løtuni eru tað 9 dómarar sum døma dystir í Effodeildini. Effodeildin er sum kunnugt navnið á okkara bestu kapping, topp kapping. Teir sum døma har eru millum okkara topp 9. Viðvíkjandi hvussu vit seta dómarar til hvønn dyst og hvønn vit halda verða skikkaðan o.s.v., tað havi eg onga viðmerking til. Vit upplýsa, hvør dømir, men ikki hví hann ella hon er sett til ávísar dystir, sigur Lassin Isaksen við Norðlýsið.