Petur Andreasen úr Klaksvík hevur, hóast hann bert er nítjan ár, longu skotið nógvar harur og dugur at handfara eina byrsu á tryggan hátt. Hann heldur lítið um uppskotið hjá Kára P. Højgaard, men sigur tó, at hann kortini hevði tikið kravda skeiðið. – Lat teir eldru læra teir yngru, sigur Petur, sum gleðir seg nógv til harutíðina og sum eisini hevur fingið sær eina feriu til haruskjóting.
Petur Andreasen úr Klaksvík hevur, hóast hann bert er nítjan ár, longu skotið nógvar harur og dugur at handfara eina byrsu á tryggan hátt. Hann heldur lítið um uppskotið hjá Kára P. Højgaard, men sigur tó, at hann kortini hevði tikið kravda skeiðið. – Lat teir eldru læra teir yngru, sigur Petur, sum gleðir seg nógv til harutíðina og sum eisini hevur fingið sær eina feriu til haruskjóting.
Harutíðin nærkast og menn gerast spentir, eisini nógvir ungir menn. Ein eitur Petur Andreasen. Fyrst spyrja vit hann, hvat honum dámar ásetingina hjá Kára P. Højgaard. Málið hjá Kára P. Højgaard liggur í einum politiskum “pitstoppi” í løtuni og onki hendir hesum viðvíkjandi í bræði. Men vit lodda dýpið kortini.
Óneyðugt
– Jú eg hevði tikið hatta byrsuskeiðið, sjálvt um eg meti tað vera óneyðugt. Tí at skjóta haru skal eingin forða mær, byrjar Petur Andreasen bragdliga.
– Eg haldi at teir óroyndu og ungu skulu læra at handfara eina byrsu frá teimum royndu monnunum. Víddirnar eru so stórar úti í haganum, og møguleikarnir smáir fyri at nakað endar galið. Lat teir ungu læra seg tað við at royna tað orduligt beinanvegin. – Eitt teoretiskt skeið er óneyðugt.
Petur skilir okkurt av tí hjá Kára
Petur Andreasen sigur seg tó skilja okkurt av tí, ið Kári P. Højgaard sipar til, og er eisini samdur í onkrum. Petur dámar væl tað, at teir, ið longu eru vanir við byrsu, skulu sleppa meiri snikkaleysir enn aðrir, ið als ikki hava hildið byrsu áður.
– Tað skal bara mangla, at royndir skjúttar, skulu sleppa bíligari. Tað er eingin grund fyri at rinda fyri nakað, sum mann longu dugur.
Harutíðin er spennandi
Petur er spentur sum ein fjøður til annan november, tá ið loyvt verður at skjóta haru.
– Tað skal okkurt heilt óvanligt henda, um eg ikki fari at skjóta haru annan novembur, sigur Petur alspentur á málinum.
– Tað er so sera spennandi at skjóta haru. Tað er ein heilt serligur spenningur. Frá tí at man fer frá húsum til man kemur aftur at húsa, kitlar í búkinum av spenningi. Tað er allatíðina okkurt at fyrihalda seg til og so krevur man eisini allatíðina at vera klárur og ikki minst knappur, tá ið haran kemur lúrandi undan einum steini.
– Eg skjóti fyri tað mesta í Strandahaga. Men eg ætli mær eisini at sleppa ein túr við viðingum inn í Viðvík. Tað er ein tiltikin túrur, ið eg havi verið við á fyrr.
Petur ynskir øllum eitt gott haruár í ár.




