Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lata bara væl at havhestaungunum í ár

Oliver Joensen

Vit kunnu ikki siga annað enn, at tað sær út til at vera tað sama at fáa av havhestaungum í ár, sum í fjør, tað heldur Palli Simonsen í Hvannasundi.

Ein bátur kom inn um tveytíðina ímorgun, hann hevði tá tikið 400 havhestaungar, í gjár hevði onkur 180 ímeðan ein einsamallur maður hevði tikið 100.

Av Viðareiði frættist, at maður hevði tikið 40 havhestaungar úti í Líð, eitt reiður var tømt, og tað var neyvt tað sama sum í fjør.

Men, sigur Palli Simonsen, tað er ilt at meta um tað er meira ella minni til, men vit halda at tað er nakað tað sama sum í fjør, í hvussu so er tað sum er komið burturúr higartil.

Á Klaksvík var onkur komin aftur við 70 havhestaungum, tá vit vóru á Stongunum fyri løtu síðani.

Tað er heldur ikki óvanligt at møta havhestaungum í býnum. Hesin sum sæst á myndunum gekk uttanfyri Telebúðina ídag.

Tað ljóðar at prísurin liggur um 70 krónur fyri skoldaða havhestin í ár.