Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lata vit okkum eyðmýkja enn meir?

Oliver Joensen

Nú hevur danski stjórnarleiðarin boðað okkum frá, at hann hevur latið kannað talið av almennum flaggstongum í DK, og hetta er tí, at hann ætlar, at føroyska flaggið skal veitra í DK tann 25. apríl hvørt ár til dómadags!

Í tíðindunum í dag frætta vit frá umboð okkara á Christiansborg Sjúrði Skaale, fyrrverandi tjóðveldismanni og núverandi javnaðarmanni, at hann á fundi í FØROYANEVNDINI hevur fingið hetta váttað, og hann fegnast!

Men eg øtist um gongdina, at okkara savningarmerki skal verða vundið í húnar hátt í øðrum landi eftir boðum frá stjórn í øðrum landi!?

Eg siti við sanginum hjá Jóannes Paturson Sjá hesi fjøll og tindar:

“Ja, so er manna hugsan, og so er mann trú, at heimaráð er einki uttan eiti; tað tykir okkum fjálgast at vera eins og kú, ið livir best á sínum heimabeiti. Men sáran hoyrast hvinini úr homrum hvølt og ørt: Á neyðara landsmenn, hvat hava tit gjørt! Tit dripið hava føroyingin í Føroyum!

Okkara stoltleiki sum tjóð verður nú ørkimlað av okkara egnu dagliga!

Hvar eru tit, ið bjóða tykkum fram sum umboð okkara í sjálvstýrisspurninginum?

Eyðun Mohr Viderø

22.01.2016