Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Latið okkum sleppa at velja borgarstjóran beinleiðis

John William Joensen

Kommunuval stendur fyri durum. Politisku flokkarnir fara helst í næstum at vera liðnir við uppstillingina til kommunuvalið, har møguleiki er fyri at hvør flokkur hevur upp í 16 valevni á listanum.
Norðlýsið skilir tó, at polittisku flokkarnir í Klaksvíkar Kommunu royna at koma ásamt um "bert" at hava 10 fólk á listanum hvør.
Ein táttur sum mangan hevur verið frammi í Norðlýsinum er, um tað ikki hevði verið rættari, at borgarstjórin bleiv beinleiðis valdur av fólkinum.
Sum nú er, eru tað limirnir í eini møguligari samgongu í býráðnum, sum velja borgarstjóran og hetta hevur við sær, at tá meirilutin av 11 limum, 6 býráðslimir eru samdir, so eru tað teir seks ið avgera hvør verður borgarstjóri. Men tað kunnu eisini vera færri, tí um 6 býráðslimir gera av at ganga saman í samgongu og ikki eru á einum máli um hvør skal vera borgarstjóri, so kann koma fyri, at fýra av teimum kunnu avgera borgarstjórasessin.
Vit áttu at broytt mannagongd hesum viðvíkjandi hesum, soleiðis at flokkarnir eittnú kunngjørdu hvør í teirra flokki var borgarstjóravalevni. Síðani kundu vit veljarar sett tveir krossar, ein fyri einum borgarstjóra og ein fyri einum býráðslimi.
Eisini átti spurningurin at verið umhugsaður, hvussu leingið ein kann sita sum borgarstjóri. Sum nú er skal borgarstjórin veljast fyri fýra ár, men hinvegin er einki mark fyri hvussu ofta hann kann veljast aftur.
Um vit fara yvir til at velja borgarstjóran beinleiðis, so kann hugsast at ein borgarstjóraeffekt ger, at sitandi borgarstjórin verður valdur aftur og aftur, og her átti eitt mark verið fyri, hvussu nógvar setur ein borgarstjóri kann sita. Eitt mark uppá tvær setur ella 8 ár kundi kanska verið hóskiligt.