Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Latið upp fyri øðrum uppskotum

John William Joensen

Miðbýurin í Klaksvík er – eins og í øðrum býum – savningarstað fyri mentanarlig tiltøk, har fólkið verður savnað til stevnur, hátíðarhald, festivalar o.a.

Ein vakur miðbýur er eitt  sera týdningarmikið tilfeingi, bæði tá ið talan er um trivnað hjá býarbørnunum, men eisini tá ið vit skulu bjóða býin fram sum ferðamál.
Fyri stuttum sóu vit eina tekning í Norðlýsinum, sum vísti eina ætlan um, hvussu Vágstún, ella rættari Gamli kirkjugarður og økið kring hann, skal síggja út í framtíðini. Eg fari ikki at gera viðmerkingar til uppskotið, sum eg vóni bert var eitt "uppskot".
Eg fari í staðin at heita á Klaksvíkar kommunu um at lata upp fyri øðrum uppskotum.
Ein framferðarháttur, sum er sera nógv nýttur í øðrum býum, har slík týdningarmikil øki skulu broytast, er at bjóða øllum at koma við uppskotum. Síðani verða tey innkomnu uppkotini víst fram fyri almenninginum. Skipast kann fyri atkvøðugreiðslu um, hvat ið er tað besta. Á tann hátt fáa borgararnir høvi at siga sína hugsan.
Undir øllum umstøðum, so verður tað býráðið, sum ger av, hvat uppskot verður brúkt. Men tá hevur hvør einstakur býráðslimur fingið eitt fólkaræðisligt grundarlag at taka støðu út frá.
Gevið okkum borgarum í Klaksvík høvi at luttaka í at menna Klaksvík til framtíðina, tað økir um nøgdsemið og skapar samanhald. 

Olga Biskopstø