Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Laudrup fingið sekkin

Danial Viðoy

Premier League: Michael er nú fortíð í Premier League. Hann hevur júst nú fingið sekkin eftir 18 mánaðir, sum venjari hjá Swansea. Hetta upplýsir felagið á heimasíðu síni.

Premier League: Michael er nú fortíð í Premier League. Hann hevur júst nú fingið sekkin eftir 18 mánaðir, sum venjari hjá Swansea. Hetta upplýsir felagið á heimasíðu síni.

Uppsøgnin kemur í kjalarvørrinum av øllum høvuðbrýggjanunum seinastu tíðina um framtíðina hjá Laudrup í felagnum. Eisini eru vánaligu úrslitini seinastu tíðina orsøk til uppsøgnina.

– Tað er við ringum tannabiti, at vit hava tikið hesa avgerð, sigur formaðurin í Swansea, Hugh Jenkins.

– Men tað er ein avgerð, sum kemur at gagna Swansea og áskoðarum okkara, er Hugh Jenkins vísur í.

– Tað er fyrstu ferð í tíggju ár, at felagið ger skilnað við ein venjara á hendan hátt. Men vit vórðu noyddir at gera hetta, fyri at basa ótryggleikanum, ið hevur valdað seinastu tíðina.

Michael Laudrup var í fjør við at vinna ensku Liga Cup, og liðið endaði eisini á einum flottum 10. plássi. Men í ár hevur gingið striltið at liva upp til farna kappingarár.

Swansea er í løtuni í niðurflytingarvanda. Swansea liggur eftir 24 umfør á einum tólvta plássið við 24 stigum; men tað eru bert 2 stig niður til niðurflytingarstrikuna.

Harleyfacadeacryl