Nú er tilmeldingin byrjað til leguna fyri 18 ár og eldri, har trúboðarin Jógvan Júst Rasmussen verður við í ár og fer at hava bíbliutímarnar. Legan er vikuskiftið 22-24. august.
Nú er tilmeldingin byrjað til leguna fyri 18 ár og eldri, har trúboðarin Jógvan Júst Rasmussen verður við í ár og fer at hava bíbliutímarnar. Legan er vikuskiftið 22-24. august.
Legan fyri tey, sum eru 18 ár og eldri, er ætlað teimum, sum eru farin um ungdómslegualdur, har hesi fáa høvi at hittast eitt hugnaligt vikuskifti í Zarepta í góðari samveru aftur við frálæru úr Orði Guds.
Talan er um ungdómar, sum antin eru byrjaðir at arbeiða, at læra ella nema sær útbúgving, antin her heima ella uttanlands. Nú nærkast tíðin, har tey, sum lesa uttanlands, fara avstað at byrja eitt nýtt skúlaár, og hóast ein partur er farin av landinum, tá ið legan verður, so eru eisini nøkur, sum náa hesa leguna, áðrenn leiðin liggur út um landoddarnar.
Legan byrjar fríggjakvøldið 22. august við nátturða, og hon endar á middegi sunnudagin 24. august.
Tilmeldingin til leguna fer fram á www.zarepta.fo.




