Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Legendariskur vágabólkur á Summar Festivalin

Jóhann Lützen

Tinganest spælir stóru landaplágurnar á Summar Festivalinum

 

Tinganest hevur síðani áttatiárini skrivað og sungið sangir fyri føroyingum.
Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi løg hava givið bólkinum eina heilt serliga støðu í føroyskum tónleiki. Verður tað lagt saman við serstaka vágasoundinum, ber til at siga, at eingin bólkur í heiminum er sum Tinganest.

Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum, Holgar Jacobsen og Finnur J. Jacobsen manna Tinganest, og teir eru framúr á palli.

Nú koma teir aftur á Summar Festivalin at spæla sangir sum “Vágagellan”, “Annan sang”, “Síðsti dansur”, “Upp á tá” og aðrar.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.

Harleywoodpaint