Tað er lagt upp til størsta dystinfrá 1990’unum, tá KÍ og GÍ møtast á Norðoyastevnu tilsteypadyst.
Vanligt er, at ein heldur øðrvísi KÍ dystur er á skránni Norðoyastevnudag. Hesaferð verður tað KÍ og GÍ legendurnar, sum bresta saman í Klaksvík Norðoyastevnudag kl. 17.30. Eftir dystin handar borgarstjórin í Klaksvík steyp til vinnandi liðið.
Hyggja vit aftur til 90’ini, so vunnu hesi liðini nógv tá. KÍ vann FM heitið tvær ferðir (1991 og 1999) og kappingina um løgmanssteypið tríggjar ferðir (1990, 1994 og 1999).
GÍ vann FM heitið fýra ferðir (1993, 1994, 1995 og 1996) og kappingina um løgmanssteypið tvær ferðir (1996 og 1997).
Vit vit ikki enn, hvussu liðini vera mannaði, tí meir verður at frætta um dystin seinni. Men á KÍ liðnum er nærliggjandi at hugsa, at leikarar sum Jan Andreasen, Marek Wierzbicki, John Ryan, Jan Joensen, Allan Joensen, Harley Bertholdsen, Eyðun Klakstein, Aksel V. Johannesen, Arnold Joensen og Allan Mørkøre vera millum leikararnar, sum eru tøkir hendan dagin.
Hjá GÍ kann hugsast, at Jens Martin Knudsen, Símun Petur Justinussen, Janus Rasmussen, Alvi Justinussen, Rúni Justinussen, Henning Jarnskor, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Sámal Joensen, Poul Ennigarð, Erland Tvørfoss og John Petersen eru millum leikararnar, sum eru tøkir hendan dagin.
Niðanfyri kunnu nøkur brot frá KÍ og GÍ legendunum frá 1990’unum síggjast.




