Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leggur til brots við góðum treysti

John William Joensen

Tað er við treysti og góðum vónum, at nýggi formaðurin í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum nú leggur til brots í arbeiðinum at menna flokkin

Jan Asbjørnson Joensen varð í gjár valdur til formann í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum. Frammanundan var hann næstformaður í nevndini. Jan er sonur Asbjørn Joensen, sála, sum í mong ár myndaði Sjálvstýrisflokkin.

Jan hevur í mong ár verið virkin i Sjálvstýrisflokkinum og er eisini formaður í Norðoya Sjálvstýrisfelag.

Hann ásannar, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið í einum djúpum aldudali, við nógvum og hørðum brotasjógvum seinastu mongu árini, sum uttan iva hava gingið útyvir felagsarbeiðið, bæði lokalt og á landsplan.

Jan sigur soleiðis:

Tað er givið, at seinastu landsnevndarformenninir, saman við floksformanninum, hava havt úr at gera við at geva flokkinum nýggjan møguleika fyri at menna seg aftur.

Hetta má sigast at hava hepnast væl og stýra vit nú aftur við fullari ferð og beinari kós, stig fyri stig.

Høvuðsuppgávan hjá Landsnevndini er at vera ein stuðul hjá lokalfeløgunum og teimun fólkavaldu. Og somuleiðis halda vakið eyga við at flokkurin førir ein politiki sum er í tráð við stevnuskránna.

Politiska landslagið er broytt, við at Føroyðar nú eru eitt valdømið. Tí liggur eitt stórt arbeiði fyri framman hjá nevndini at fáa floksskipanina at virka til fulnar, og fara vit við góðum treysti undir hetta arbeiðið aftur.

Tað er givið, at uttan góðar fastar røtur í lokalsamfelagnum og føroysku fólkasálini, verður torrført at lyfta ein politiskan flokk til at verða fólksins ogn. Eg trúgvi at flestu føroyingar eru góðir við Sjálvstýrisflokkin. Hetta sigi eg ikki minst út frá teirri staðfesting, at flest allir flokkanir í dag vilja lána okkara stevuskrá.

Vit hava hildið okkum til grundsjónamið flokksins og trúð upp á, at tey eru politiski vegurin fram fyri Føroyar og føroyingar. Vit fegnast um, at tað aftur fjølgast um tey sjónarmið, sum flokkurin stendur fyri.

Harleywoodpaint