Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Leicester kann vinna Premier League

Danial Viðoy

Góðan morgun: Tað sigur Alex Ferguson, sum er mest vinnandi venjari í Premier League.

Góðan morgun: Tað sigur Alex Ferguson, sum er mest vinnandi venjari í Premier League.

Leicester liggur sera óvæntað á fyrsta plássi í Premier League, eftir fimtan umfør. Nakað, sum eingin hevði væntað áðrenn sterka enska kappingin fór í gongd.

Fyrrverandi Manchester United venjarin, Alex Ferguson, sum er ein hin mest sigursvandi venjarin í søguni, trýr upp á Leicester.

Hann sigur, at tað meira enn so kann henda seg, at Leicester fer at vinna ensku Premier League.

Men hann sigur samstundis, at tað verður trupult at halda góðu gongdini, um Leicester ikki keypir onkrar leikarar í Januar.

Alex Ferguson vann í síni tíð Premier League heili trettan ferðir.

Um tað ber ella brestir hjá Leicester, fer tíðin at vísa.

Kelda: SkySports

Harleyfacadeacryl