Kári Thorsteinsson lat í morgun ábyrgdina av norðurøkinum, sum er Norðoyggjar og Eysturoy, yvir til Jógvan Páll Joensen á móttøku á politistøðini í Klaksvík.
Kári Thorsteinsson lat í morgun ábyrgdina av norðurøkinum, sum er Norðoyggjar og Eysturoy, yvir til Jógvan Páll Joensen á móttøku á politistøðini í Klaksvík.
Jógvan Páll Joensen kemur frá einum vaktleiðarastarvi í Tórshavn til økisleiðarastarvið í Norðøkinum. Í takkarrøðu síni segði Jógvan Páll Joensen at hann fór eins og undanfarna leiðsla at leggja dent á fyribyrgjan í tøttum samstarvið við lokalu myndugleikarnar í økinum. Kári Thorsteinsson hevur verið økisleiðari í 4 ár og sum skilst er ætlanin við nýggja leiðslubygnaðinum at manningin í leiðarastørvunum skal skifta regluliga.
Norðlýsið fer at leggja video út av móttøkuni seinri í dag




