Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Handilssentrið við Sandin

Oliver Joensen

Nú um dagarnar arbeiða menn av kraft fyri at seta eitt handilssentur á stovn niðri við Sandin í miðbýnum í Klaksvík.

Sigast má, at tað er sera hugaligt at lokalar kreftir eru, sum eru til reiðar at fara undir eitt slíkt ódnartak.
Kanska kann tað tykjast onkrum eitt sindur órógvandi, at arbeitt verður við einum slíkum tiltaki, tí hví ikki lata støðuna vera sum hon er innan handilslívið í Klaksvík?
Onki er at taka seg aftur í, at serstakliga handilsvinnan alla tíðina má fylgja tíðini og kanska vera eitt vet frammanfyri tíðina.
Sum gongst við undirsjóvartunnlinum í løtuni, so kunnu vit ikki annað enn vænta, at tíðarætlanin fer at halda og er ein bert eitt lívið vet optimistiskur, so kann ein rokna við at Norðoyatunnilin verður veruleiki innan ásettu tíðarfreistina.
Tað er soleiðis í vinnulívinum at kapping er alla tíðina og handilslívið í Klaksvík kann rokna við sera harðari kapping, tá vit hava fingið fast samband um Lorvíksfjørð.
Umráðandi er hjá samfeløgunum í Norðuroyggjum, at vit gera tað vit megna at draga fyrimunirnar til okkara, tí annars kann vandi skjótt vera fyri at fasta sambandið kemur at drena samfelagið her fyri skapandi kreftirnar fyrst og í ringasta føri fylgja vit onnur eftir.
Tað er ongin ivi um, at Klaksvíkin og Norðuroyggjar fara at standa nógv sterkari í kappingini, um vit hava ein handilsmiðdepil, ið saman við handilslívinum annars, kann nøkta tørvin hjá fólki her, soleiðis at minni neyðugt verður at fara aðrastaðni, samstundis sum eitt valvirkandi handlissentur, saman við teimum fasilitetum vit frammanundan hava kann virka eggjandi hjá fólki aðrastaðni frá at vitja hendavegin.
Vit bæði vóna og krevja, at tað skal eydnast fyrireikarunum at fáa alt upp á pláss, soleiðis at vit megna at standa okkum í kappingini eftir at Norðoyatunnilin er veruleiki um stutta tíð.

Oliver