Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Hvat ger Ternan í Vestmanna?

John William Joensen

Tað gongur væl við arbeiðinum viðvíkjandi Norðoyatunnlinum. Sambært kortinum í Norðlýsinum ídag eru nú meira enn 1000 metrar boraðir og er hetta um at vera sætti parturin av tí sum borast skal.

Undirsjóvartunnilin fer uttan nakran iva at broyta samfelag okkara nógv og ein av stórbroytingunum verður at Klaksvíkin við bygdunum uttanum, sum hava fast samband sleppa av við tarnandi samferðsluna um Lorvíksfjørð, ið almenna fyritøkan Strandferðslan við høvuðsstøð í Havn hevur dugað sera illa at rikið. Størstu skuldina fyri at hesin stovnur so illa hevur megnað setning sín eiga allarhelst okkara skiftandi politikarar.
Tað kann tykjast løgið at taka Strandferðsluna upp nú í samband við Lorvíksfjørð, tí hendan rutan hevur eftir øllum at døma stutta tíð eftir og tí eiga vit at klára at liva við henni hetta stutta skoðbráðið afturat.
Men óhappið hjá Dúgvuni í síðstu viku er aftur eitt prógv um hvussu vánalig støðan er. Hvørja ferð spurgt hevur verið eftir Ternuni í seinastuni, so hevur verið tosað um, at hon er "backup" skip.
Eitt upplagt øki at bakka up hjá Ternuni skuldi verið Norðoyggjar, men tá óhappið hendi við Dúgvuni í síðstu viku var einki "backup" frá Ternuni, hon lá svínabundin í Vestmanna.
Tað er at vóna fyri suðuroyingar tá nýggi Smyril kemur, at skipið og umsitingin fær høvuðsstøð í Suðuroynni, tí vit vita av royndum at tað ber ikki til at øll við ábyrgd fyri samferðslu til útoyggjarnar sita trygg í høvuðsstaðnum við eftir okkara tykki nógv ov lítlari virðing fyri lívsnervuni hjá teimum ið bert hava Strandferðsluna at líta á sum samband við restina av landinum.