Í framkomnum brøðratjóðum skuldi slíkt ikki kunna hent, men íslendingar hava á óhugnaligan hátt nokta føroyingum at sleppa í land av egnum skipi í Íslandi og harafturat nokta Nærabergi at fáa olju, proviant og at leggja part av veiðuni upp, nú skipið var komið illa fyri av maskinskaða.

Ein fúl móttøka møtti teimum á Íslandi, ein móttøka, sum ikki sømir seg íslendingum.
Tað sum er løgið í hesum samanhandi er, at íslendingar helst hava brúkt eina íslendska lóg, sum sigur, at teir kunnu nokta skipum, sum ikki veiða burðardygt. Næraberg hevur fingið loyvi frá Grønlendsku myndugleikunum at veiða av eini royndarkvotu sum Grønland hevur ásett sær. Av hesi kvotu veiða eini 20 skip og kanska 10 íslendsk. Bæði íslendsk og grønlendsk skip, sum veiða av hesi kvotuni landa fisk í Íslandi.
Hví so bert Næraberg kemur undir hesa lógina hjá íslendingum, er lætt at fáa eygað á. Hetta er hevnd fyri makrelsáttmálan, sum føroyingar gjørdu á sinni uttan at Ísland var við, og harafturat er hetta ein miðvís roynd at forða føroyingum í at sleppa upp í part í Grønlandi.
Føroyingar hava ídag nógv tættari samband við Grønland enn íslendingar hava, føroyingar eru umborð av flestu stóru skipunum hjá Grønlendingum og harafturat er nógv føroyskt virksemi á landi. Afturat tí hava føroyingar í øldir havt tætt samband við Grønland.
Beistagerðin hjá íslendingum kann tí valla tulkast annað enn óhugnalig hevnd og ein roynd at forða føroyingum í samstarvinum við Grønland.