Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Skjótir at lóggeva

Oliver Joensen

Nógv mál hava verið frammi seinastu tíðina um okkara forboðslógir.

Fyrst var tað rúsdrekkalógin, har tíð og peningur hevur verið nýttur uppá, um nú hetta ella hatta er loyvt. Alt gongur út uppá, at um so er at ein føroyingur hevur nakað við rúsdrekkareklamu at gera, so er hetta uttanfyri mark.
Síðani Føroya Tele kunngjørdi at tað hevði í hyggju at senda útlendskar rásir hevur spurningurin um porno verið frammi.
Í øllum hesum meldrinum vita vit væl, at ígjøgnum internetið og sjónvarpskort, sum tú kanst keypa í eittnú Keypmannahavn, hevur tú atgongd til alt hetta.
Høvuðsstaðarpressan hevur verið rættuliga "in" í hesum sambandi, tí hon við ljós og lykt hevur leitað eftir bókstavum í føroysku lóggávuni sum kann selja.
Seinasta skotið á stammuni eru "kanningarnar" sum Útvarpið ger gjøgnum telefonina.
Minnist tá píkadekkini vóru fyri. Flestu dekkseljarar søgdu, at umleið helvtin av føroyingum nýttu píkadekk, ímeðan hin helvtin brúkti lamelldekk ella summardekk um veturin.
Ímeðan sendingin í Útvarpinum koyrir, gera teir telefonkanning um hvat føroyingar meina um píkadekk mótvegis øðru háttum at skøða bilin. Hvat er endamálið við kanningini uttan eitt "spæl fyri gallarínum", tá helvtin av bileigarunum brúka píkadekk.
"Skal tað vera loyvt ella ikki" um ølreklamur, eigur at vera koyrt í sama posa sum píkadekkini, tí sjálvt um vit nokta okkara egnu at lýsa, so sleppa vit ikki undan ávirkanini frá øðrum og tað er heldur her tjakið hevur sín rætt.
Skulu vit halda Føroyar reinar fyri alkoholreklamur og porno, hvussu fara vit so fram, ella ber tað yvirhøvur til. Hevur tíðin ídag ikki við sær, at tað er á heilt annan bógv vit skulu leggja skútuna enn at koma við forboðslógum, sum vit framanundan vita onga meining hava.