Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Tað eru vinnulívsgreinar vit hava skil fyri

John William Joensen

Tað er helst so, at flestu okkara kenna til kreppuna, ið ikki bert er kring um okkum, men sum eisini rakar okkara samfelag meint.

Í Klaksvík hava vit verið vitnið til, at kósavirkið hevur ligið stilt nu í fleiri mánaðar. Hóast hetta kanska ikki rakar okkum so ógvusliga, nú vit hava ALS og trygdarskipanir at lofta teimum, sum eru beinleiðis rakt, so er hetta ein sera álvarsom støða at vera komin í.

Samfelagið kann neyvan liva leingi við, at eitt tað stórsta fiskavirkið í landinum liggur stillt. Hetta hevur ikki einans avleiðingar fyri tey, ið arbeiddu á virkinum, men so sanniliga eisini fyri samfelagið alt, tá hugsað verður um tað vit skulu liva av, nevniliga útflutningi.

Ein av fremstu vinnulívsmonnum okkara segði fyri stuttum, at alt ov lítið fokus var á okkara fiskivinnu og nevndi í sama viðfangi, hvussu nógvur goragangur hevur verið um KT vinnuna ið einaferð var hildin at liggja víðopin fyri okkum, men sum higartil lítið og onki hevur givið, ið hvussu so er í útflutningshøpi.

Hví gera vit ikki meira við at fokusera uppá okkara fiskivinnu, ein vinna, har vit hava nógva vitan og tilfeingi, ið liggur beint uttanfyri dyrnar hjá okkum, og sum eingin annar enn vit sjálvi kunnu troyta, um vit vilja tað.

Tað, at niðurgangstíðir eru viðhvørt, er ikki altíð av tí ringa. Tað gevur okkum høvi at venda aftur og hugsa um vit gera rætt í dagligdegnum.

Tá hugsað verður um flakavirkir, sum sóu dagsins ljós afturi í 60-unum, so kann ein illa lata vera við at hugsa um, at broytingarnar síðani tá hava verið sera lítlar, í øllum førum tá sammett verður við pelagisku vinnuna.

Vit hava júst sæð nýggju Norðborg, har nýhugsanin er ikki at fara eftir tonsum, men heldur eftir góðsking. Og skipið er eitt háteknologiskt framleiðsluamboð, ið kanska er eitt tað fremsta í norðanlondum.

Vit áttu helst at gjørt tað sama, tá talan er um traditionel fiskasløg, sum eitt nú tosk og hýsu. Í staðin fyri traditionellu flakavirkisvinnuna, áttu vit at lagt áherðslu á at framleitt ferskar dygdarvørur til dýrastu marknaðirnar.