Tað er lítil ivi um, at nú kunngerðin um loyvi at veiða tosk á Flemish Kap er komin fram, verða tað helst bert skip hjá hvalbingum og sørvingum, ið fara at troyta kvotuna.
Tað er lítil ivi um, at nú kunngerðin um loyvi at veiða toská Flemish Kap er komin fram, verða tað helst bert skip hjá hvalbingum ogsørvingum, ið fara at troyta kvotuna.
Fiskimálaráðharrin hevur í veruleikanum tikið Flemish Kapfrá norðoyingum og øðrum, ið høvdu søgulig rættindi og hann hevur givið hanatil sítt politiska bakland í Suðuroy. Til tess at fáa tað ígjøgnum, hevur hannlívgað Jørgen Niclasen við Flemis Kap parti til hansara.
Øll vita, at Flemish Cap var fyrst troyttur av línuskipunumí 60 unum. Tá tíðirnar broyttust um 70 blivu størru línubátarnir bygdir ogflestu teirra hoyrdu til Norðoyggjar. Seinnu árini í 90unum, vóru tað fyri taðmesta flakatrolararnir, ið royndu á Flemish Kap, og tá opið bleiv aftur í 2010,gav Vestergaard flakatrolarunum aftur loyvi at fara á Flemish Kap, eisini títeir høvdu søgulig rættindi.
Søgulig rættindi hava vigað tungt í øllumfiskivinnupolitikki, eisini internationalum. men nú Vestergaard skuldi gevaloyvir á Flemish Kap, fekk pípan eitt heilt annað ljóð.
Allir teir, ið hildu seg hava sjálvsagdan rætt til hettafiskiøkið stóðu sum kánus, tí við nærri umhugsan, so vera tað helst baratrolararnir í bólki 2, sum ongantíð áður hava troytt hesar leiðir, sum faravestur í hav at fiska Flemish Kap kvotuna.
Jú, vit vita væl, at línubátarnir eisini fingu avfelagskvotuni. Men tá vit hava spurt okkum fyri hjá línubátunum, so hava vitenn ikki rakt á nakran, ið sær sær møguleikan her. Fyri tað fyrsta, so er talanum felagskvotu. Tað vil siga, at íkappfisking við trolararnar vera línubátarnir heilt víst tapararnir. Harafturathava næstan allir frystilínubátarnir so lítlan lasta og oljukapasitet, at viðtoskaprísi, sum liggur niðri á 12-14 krónum fyri kg er nærum ongin møguleiki hjáteimum at fáa endarnar at røkka saman. Átta tíggju dagar er at sigla hjáteimum, og onkur teirra hevur nærum brúkt helmingin av oljugoymsluni bara viðat sigla yvir.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ført fram, athetta verður gjørt fyri at lætta um trýstið á Føroyagrunninum. Hetta er eingrundgeving, ið er ring at skilja, tí tað er ein sannroynd, at línuflotin erminkaður burtur í onki næstan, og tað sama er galdandi fyri smærru trolararnar.
Eisini er Norðlýsið vitandi um umsókn til fiskimálaráðið umat fáa nýggjan stóran línubát ístaðin fyri tveir línubátar av føroyagrunninumog fiskidagar við Føroyar, men hendan umsókn varð eisini havnað.
Rok í fólkaflokkinum, sigur Útvarpið. Tað er nú ikki soløgið, nú Jákup Vestergaard og Jørgen Niclasen hava kveistrað øll søguligrættindi til viks, og hava býtt Flemish Kap sínamillum




