Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fær ongan stuðul frá samgongulimum

John William Joensen

Hóast Norðlýsið baði beinleiðis og gjøgnum embætisverki, hevur roynt at fingið viðmerking frá Aksel V. Johannesen, Siðri Stenberg og Jónleif Jóhannesen, um støðuna nú avgjørt er at loypa frá politisku avtaluni, um eina felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini, og í staðin seta stjóran á Landsjúkrahúsinum sum ovasta stjóra fyri Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahús, hevur tað ikki eydnast. Einasta viðmerkingin er komin frá Óluvu Klettskarð, sum fegnast um at “leiðslan á KS er inntakt og at nú má fáast arbeiðsfriður”.

HóastNorðlýsið baði beinleiðis og gjøgnum embætisverki, hevur roynt at fingiðviðmerking frá Aksel V. Johannesen, Siðri Stenberg og Jónleif Jóhannesen, umstøðuna nú avgjørt er at loypa frá politisku avtaluni, um eina felags leiðslufyri tey trý sjúkrahúsini, og í staðin seta stjóran á Landsjúkrahúsinum sumovasta stjóra fyri Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahús, hevur tað ikki eydnast.Einasta viðmerkingin er komin frá Óluvu Klettskarð, sum fegnast um at “leiðslaná KS er inntakt og at nú má fáast arbeiðsfriður”.

Les viðmerking frá Óluvu Klettskarð her

BaðiBorgarstjóri og stjórin á Klaksvíkarsjúkrahúsið kenna seg svikin, ella førdaftur um ljósið, av landasstýrinum.

HeriEllingsgaard sigur m.a.:

– Tástjórin er settur á Landssjúkrahúsinum liggur evsta ábyrgd ikki longur hjáávíkavist Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahúsum. Eg havi gjørt vart við mínastøðu á rætta stað, sigur Heri Ellingsgaard stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

HeriEllingsgaard sigur at hann ikki er samdur við orðingini í lýsingini og at hannhevur borið sínar meiningar fram á rætta stað. Á rætta stað í hesum førinum erhjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í sjúkrahúsmálum, Turið Arge, aðalstjóraí Heilsu- og innlendismálaráðnum og samgongutinglimunum Jónleif Johannesen ogÓluvu Klettskarð, vísur Heri á.

LES MEIRA HER

Borgarstjóriní Klaksvíkar Kommunu, skrivar soleiðis:

Hvater hetta fyri nakað? Klárar samgongan ikki at gera tað, sum hon sigur? SkalFøroya fólk enn einaferð fara ígjøgnum somu myllu, sum viðfiskivinnunýskipanini, har tað ferð eftir ferð bleiv sagt eitt, men gjørt nakaðannað?

Nú erlýsingin til stjórastarvið komin, og tað er eingin ivi um, at hetta er einavtøka av teimum trimum sjúkrahúsunum, soleiðis sum vit kenna tey.

Slutvið at gera avtalur við hesa samgonguna!

FøroyaLøgmaður hevur í eitt ár ikki svara spurningum frá Norðlýsinum. Hann hevurheldur ikki svara telefonini, tá vit hava ringt síðani vit skrivaðu umdómsúrskurð móti partafelag, sum hann var nevndar formaður fyri, og tá einginav høvuðsstaðarmiðlunum hevur sínt málinum áhugað, er neyvan nøkur viðmerkingvantandi.

 

Harleyfacadeacryl